04. septembur 2019
Eitt sindur um dálkað vatn
Í hesum døgum heita alt fleiri kommunur á sínar borgarar, um at kóka vatnið áðrenn drukkið verður.

Seint á sumri ella tíðliga á heysti økist bakteriutalið í “rávatninum”. Rávatn er óviðgjørt ella óreinsað vatn.

Tað nógva regnið, sum ofta er hesa árstíð, dregur skarn frá fugli og seyði oman í áir og byrgingar, og vatmreinsiverkini megna ikki altíð at reinsa vatnið nøktandi.
Hetta er í løtuni galdandi fyri vatnverkini í Havnardali og Villingadali.

Tórshavnar kommuna tekur vatnroyndir áleið 14. hvønn dag, og verða úrslitini løgd út á kommunalu heimasíðuna.

Eru bakteriur staðfestar, sum hesu ferð, verður kunnað í fjølmiðlum og kommunalu heimasíðuni.

Landssjúkrahús og dagstovnar fáa beinleiðis boð.

Talan er um smáar nøgdir av bakterium, sum vanliga ikki ávirka frísk fólki. Tað eru serliga veik eldri fólk og pinkubørn, sum kunnu gerast sjúk.

Nú verða kanningar gjørdar, UV-anlegg eftirhugd, vatnleiningar útskolaðar og nýggjar royndir tiknar.

Kunnað verður tá vatnið aftur er reint.