05. september 2019
Starvsdagar hátíðarhildnir í Posthúskjallaranum
Aftur í dag vóru fleiri starvsdagar at hátíðarhalda í Tòrshavnar kommunu – Jón Ásmund, Niclas og Leif hava 10 ára starvsdagar, Andrias hevur 20 ára starvsdag, Jacob Andrias 25 ár og Allan hevur 30 ára starvsdag.

Annika Olsen, borgarsjtóri, segði undir hátíðarhaldinum, at tað er ein afturvendandi spurningur, hví Tórshavnar kommuna eftir førimuni roynir at gera eitt sindur burturúr, tá fólk hava starvsdagar.

- Tað gera vit av teirri einføldu orsøk, at ein drúgv starvstíð ber boð um, at fólk trívast í starvinum, og tað eru júst tílík fólk, kommunan hevur tørv á. Og sjálvsagt er tað eisini altíð ein fyrimunur, at fólk hava drúgvar royndir í sínum starvi, segði Annika Olsen

Síðan nevndi hon allar sum halda starvsdagar í dag. Hon byrjaði við teimum, sum hava 10 ára starvsdag:

- Jón Ásmund – vit hava fingið staðfest, at umframt tínar góðu eginleikar í starvinum, so ert tú altíð so glaður, positivur og hjálpsamur. Og tað er fantastiskir eginleikar at hava og tílíkum hava vit brúk fyri. Haraftrat verður sagt, at tað er fullkomiliga líkamikið, um tað er ein bilur ella ein gelendari niðri í býnum, sum skal umvælast, so ert tú klárur.

- Og Niclas, tú ert “reynadrongur” og okkum er sagt, at nunnurnar royndu at seta skikk á teg til tú sum 13 ára gamal valdi sjólívið. So baksaðist tú mong ár umborð á línubátum, bæði her á landi og í útlandinum, við undantakið av nøkrum árum sum “ølkuskur” og “skrellimaður”. Men fyri 10 árum síðan fanst tú tína røttu hill í asfaltinum hjá Tórshavnar kommunu. Og tað fegnast vit um.

- Leif – tú hevur lært til timburmann og hevur smíðað alt títt lív, bæði burturi og heima. Eitt tíðarskeið vart tú eisini við trolara. Tú byrjaði tína tíð hjá Tórshavnar kommunu á einum av arbeiðsholdunum hjá Finnboga, men seinastu 5 ella 6 árini hevur tú arbeitt á Snarliðnum, fyrst saman við Niclas og seinnu árini einsamallur. Privat situr tú við klaverið og stundum tekur tú eisini guitarin fram. Og tað er deiligt at hoyra, at tú ert sera glaður fyri arbeiðið og hevur nógv gott at siga um Tórshavnar kommunu og tey, ið starvast hjá kommununi.

- Andrias - tú byrjaði fyri góðum 20 árum síðani, hin 22. mars 1999, sum arbeiðsmaður á gøtuljósdeildini úti í Torfinsgøtu 21. Áðrenn tað starvaðist tú í Málingahandlinum. Flestøll hesi ár hevur tú undir leiðslu av Jákup og Esmari arbeitt saman við Even Skaalum. Tú ber orð fyri at vera ein sera fryntligur og fyrikomndi persónur, ábyrgdarfullur og arbeiðssamur.

Jacob Andrias var ikki hjástaddur í dag. Hann byrjaði sum arbeiðsmaður á Vatnverkinum 1. Juni 1994, og hevur sostatt verið 25 ár í starvi hjá Tórshavnar kommunu. Áðrenn hetta arbeiddi hann hjá Argja kommunu, og tá kommunurnar løgdu saman, fóru hann og Kós Kamminga sáli, at starvast á vatnverkinum úti í Tórfinsgøtu. Hann var upprunaliga skrivstovumaður hjá Valdemar Lützen, og hevur seinastu árini serliga hjálpt til við skráseting og øðrum arbeiði í sambandi við Microstation.


- Og so er tað Allan, ið sum einans 15 ára gamal byrjaði títt arbeiðslív sum ørindadrongur hjá Tórshavnar Kommunu. Aftaná tað fórt tú í asfaltið at arbeiða eina stutta tíð, fyri síðan at flyta yvir í ferðsludeildina, sum tá helt til í Múllers Pakkhúsi og bleiv stýrd av Hensar og Niels Jákup. Síðani hevur tín gerandisdagur handlað um skelti og hvítar strikur, tey seinastu nógvu árini sum sjakkformaður.
Tú hevur eisini í styttri tíðarskeið roynt teg í øðrum yrkjum uttanfyri Tórshavnar kommunu, m.a. í asfaltinum hjá Sámal í Gong, vørukoyring hjá Brockie og sum rækjumaður umborð á Hvilvtenni.

- Hjartaliga takk allir samlir fyri tykkara trúgvu og góðu tænastu. Takk fyri at tit trívast og fáa onnur at trívast og at tit til eina og hvørja tíð veita eina góða tænastu til okkara borgarar, segði Annika Olsen at enda, áðrenn hon handaði blómur og gávur.