07. septembur 2019
Vatnroyndir tiknar í gjár staðfesta enn smáar nøgdur av bakterium í vatninum frá vatnverkinum í Villingadali, og tí stendur hetta kókitilmælið við.
Vatnið úr Havnardali er reint. Tí nýtist ikki at kóka vatnið í vesturbýnum og á Argjum.
Nýggj roynd er tikin, og úrslitið fyriliggur mánadagin, og tá fæst meira at vita.
Neyvari kort kemur seinni í dag. Dálkað vatn sep 2019.pdf 
