09. septembur 2019
Frítíðarskúla í heystfrítíðini?
Foreldur at børnum í forskúla, 1. og 2. flokki, ið hava tørv á plássi í heystfrítíðini.

Samanlagt virksemi er í viku 42, tvs. 14., 15., 16., 17. og 18. oktobur (vika 42), tá ið frítíðarskúlar annars eru stongdir

Foreldur verða biðin um at fylla út teigarnar í sjálvgreiðsluni.

Seinasta freist at tekna barnið til er hósdagin 26. septembur 2019. Seinni verður boðað frá, hvør stovnur er opin.

Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.

Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið sendandi váttan við t-posti um, at barnið er skrásett.

Melda til HER.

Frítíðarskúlabørn í Kollafirðið, Kaldbak, Nólsoy og Velbastað skulu venda sær til dagstovnaleiðaran á staðnum og boða frá, um barnið kemur hesar dagar. Á bygdunum verður virksemið skipað á egnari staðsetan.