12. september 2019
Ábøtur á bókingarskipanina BARN
Í oktobur 2018 setti Tórshavnar kommuna í verk bókingarskipanina BARN, sum samstundis avloysti gomlu bíðilistaskipanina til dagstovnapláss.
BARN er ein bókingarskipan, har foreldur sjálvi bóka pláss á ansingarstovnum, men skipanin hevur eisini ein sonevndan ynskilista.

Ynskilistin

Ynskilistin loyvir foreldrum at seta barn sítt á lista til ein ávísan stovn til eina ávísa dagfesting. Verður eitt pláss tøkt í tíðarskeiðinum tveir mánaðir áðrenn ella eftir hesa byrjanardagfesting, bjóðar skipanin hetta plássið til tað barnið á ynskilistanum, ið er fremst og lýkur ávísar treytir um aldur, systkinaframíhjárætt og uppsagnartíð á møguligum øðrum stovni.
Endamálið við ynskilistanum er at royna at tryggja foreldrum við fleiri børnum ein møguleika at savna børnini á einum og sama ansingarstovni.
Nú skipanin er roynd í gott og væl eitt hálvt ár, metir Tórshavnar kommuna, at tað hevði verið skilagott at gjørt nakrar tillagingar á ynskilistanum.
Enn er tað tó so, at tað er sera umráðandi, at foreldur skilja, at BARN er ein bókingarskipan, og tað er fyrst og fremst við at bóka pláss, at foreldur kunnu tryggja sær eitt ansingarpláss. Tað er ikki nóg mikið bert at skriva barnið á ynskilista, tí sannlíkindini fyri, at ein fær pláss á júst tí eina stovninum, júst tá einum tørvar ansing, eru avmarkaði.
Tí er rætta mannagongdin hjá foreldrum, ið vilja hava barnið inn á ein ávísan stovn, henda:
• Bóka fyrst tøka plássið á tí stovninum, tú ynskir barnið skal vera í. Eisini um tað plássið bert er at finna longri frammi í tíð enn ætlað.
• Eydnast tað ikki at finna pláss á tí stovninum, tú ynskir barnið skal vera í, tá tær tørvar ansing, bóka so eisini pláss á øðrum stovni í tí tíðarskeiðinum, tær tørvar ansing.
• Skriva síðani barnið á ynskilistan til tann stovnin, tú ynskir barnið skal vera í, við tí byrjanardagfesting, tú tørvar.

Tillagingar á ynskilistanum

Broytingin í ynskilistanum hevur við sær, at hann frá í dag fer at virka soleiðis:
• Børn kunnu skrivast upp á ynskilista til eina ávísa byrjanardagfesting
• Børn á ynskilista kunnu fáa boðið pláss 1 mánað áðrenn og upp í 12 mánaðir eftir byrjanardagfestingina. Tó skal barnið verða 10 mánaðir gamalt, áðrenn tað kann byrja á stovni.
• Avvísa foreldur eitt tilboð um pláss, sum er meira enn 2 mánaðir eftir byrjanardagfestingina, verður barnið standandi á ynskilistanum, men fær so ikki boðið eitt pláss aftur, ið er líka nógvar mánaðir frá byrjanardagfestingini.
• Taka foreldur av einum tilboði um pláss, sum er meira enn tveir mánaðir frá byrjanardagfestingini, verður hetta plássið bókað til barnið, og barnið verður standandi á ynskilistanum og kann seinni fáa boðið pláss ta tíðina, sum restar í, um pláss verður tøkt.
• Avvísa foreldur tilboð um pláss, sum er styttri enn tveir mánaðir frá byrjanardagfestingini, verður barnið strikað av ynskilstanum.
• Svara foreldur ikki einum tilboði um pláss, áðrenn fimm dagar eru farnir, verður barnið strikað av ynslistanum
Sum áður bjóðar skipanin tøkt pláss til tað barnið á ynskilistanum, ið er fremst og lýkur ávísar treytir um aldur, systkinaframíhjárætt og uppsagnartíð á møguligum øðrum stovni.
Við hesum broytingum verður ynskilistin eitt slag av bíðilista til hvønn stovn sær, men tað er fyrst og fremst við at bóka pláss, at foreldur kunnu tryggja sær eitt pláss. Ynskilistin er enn einamest ætlaður til systkin, men veitir onga trygd um pláss.
Gjørt verður vart við, at tá ið foreldur skriva barn á ynskilistan, sæst eitt nummar, sum vísir, hvussu nógv børn eru á ynskilistanum. Hetta nummar er bara eitt loypandi raðnummar, og ikki at skilja sum ein ábending um, nær barnið fær pláss, ið mun til hini á ynskilistanum.