16. september 2019
M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønin
Virðisløn M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar í Müllers Pakkhúsi hósdagin 3. oktober kl. 17

Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andriasi Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn.

Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976. Tá var heitið Barnabókaheiðursløn.

Í nevndini fyri heiðurslønina eru fimm limir, sum umboða býráðið, Býarbókasavnið og skúlabókavørðarnar í kommunalu skúlunum.