04. oktobur 2019
Mentanin er hjartaslátturin
Her er røðan, sum Gunvør Balle, virkandi borgarstjóri, helt í gjár, tá ið Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønin vóru latnar í Müllers Pakkhúsi.

--- --- ---

Gott kvøld øll somul og hjartaliga vælkomin í Müllers Pakkhús.

Skaldskapur er kanska elsta listagreinin, vit hava. Skrivaða orðið vaks fram, tí menniskjan í sínum uppruna hevur eina íborna trongd at skilja heimin og sína egnu støðu í hesum heimi.

Við fyrsta eygnabrái ert tú rættiliga einsamallur, tá ið tú lesur. Men í veruleikanum eru bókmentir við til at knýta okkum saman. Orð lata nýggjar dyr upp, sum lata okkum finna tað nýggja og skilja alt tað, sum ger okkum ymisk. Samstundis læra orðini okkum at fagna øllum tí, sum vit hava í felag.

Tá ið vit deila søgurnar við onnur, kunnu vit rannsaka okkara samleika og finna stevnumið fyri framtíðina, sum vit eru saman um at byggja.

Bókmentir eru eisini ein einastandandi háttur at njóta skapandi máttin í fólki okkara. Vit gerast bilsin og fáa íblástur. Vit lesa og síggja tað nýggja og læra meira um tey, sum undan okum gingu. Vit lesa um tað fjølbroytni, sum vit menniskju hava, tá ið vit við stórum og smáum orðum skriva um okkara royndir í heiminum.

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens snúgva seg um júst hetta. Virðislønirnar fagna teimum, sum hava dirvi og treysti at skriva og skapa, sum hava dirvi og seta orð á tað farna og komandi. Virðislønirnar heiðra teimum, sum skapa okkara nútíð og mynda framtíðina.

Fari at takka øllum høvundum, sum skriva og soleiðis ríka okkara felags mentan. Somuleiðis fari eg at takka øllum tykkum, sum lesa verk á føroyskum. Tit geva okkara málsliga arvi og mentan eitt tilverugrundarlag.

At skriva á føroyskum er fyri flest fólk í heiminum at gera tað ógjørliga gjørligt. Men hjá tykkum høvundum, er hetta púra natúrligt.

Ja, hugsið tykkum, at í fjør komu beint oman fyri 100 bøkur út á føroyskum máli – alt upprunabøkur. Og aðrar 100 bøkur vórðu fluttar yvir í føroyskt mál. Hesa málsligu menning og henda mentanarliga framburð eiga vit at stuðla og styrkja so nógv, vit megna.

Tí fer Tórshavnar kommuna eisini framhaldandi at veita okkara skrivandi og skapandi fólki bestu sømdir. At seta orð á royndir, seta orð á kenslur, sum flyta mørk og viðgera mørk. Ja, alt hetta er í tykkara hondum.

Bókmentir eru ein grundleggjandi partur av okkara mentan og samleika. Nýggj verk leggja støðugt aftrat, nýggjar røddir koma fram, nýggjar áskoðanir og eygleiðingar. Alt hetta hjálpir okkum at evna til framtíðar bókmentir og framtíðar Føroyar.

Mentanin er hjartaslátturin í Føroyum.

Tí heitti Tummas Napoleon Djurhuus vegna Rithøvundafelagið á kommununa um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Greiðu ørindini hjá Tummasi í kommununi vóru, at mentanin skludi eisini hava viðurkenning.

Virðislønin fekk heitið eftir einum ungum manni, sum doyði bert 52 ára gamal. Kortini avrikaði hann so nógv í sínum stutta lívi.

Hann var býráðsformaður og landspolitikari, lærari, rithøvundur, bókavørður og orðasavnari. Ein maður, sum stóru skøld okkara og eftirtíðin hava hámett. Mass á Húsum var ta stuttu tíð, hann virkaði, miðdepil í føroyska mentanar- og bókmentaumhvørvinum.

Hjá okkum grør, sprettur og blómar mentanin. Og vónandi ger henda árliga mentanarliga heiðranin øllum greitt hvønn týdning, bókmentir og list hava fyri okkara trivnað, og fyri at vit kenna okkum væl. Tí ein virkin og fjølbroytt mentan er eyðkennið fyri eitt livandi samfelag.

Nøkrum teirra við hesum serligu evnum fara vit at heiðra í dag. Júst fyri at hava nýtt síni evni til at gleða okkum onnur við tí, tey gera fyri okkara mentan.

Saman við øllum tykkum, sum eru her í kvøld, og sum fylgja við kring landið, eri eg nú spent at frætta, hvør fær handað Mentanarvirðislønir M. . Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Veri tí hjartaliga vælkomin í Müllers Pakkhús til hesa hátíðarløtu, nú ið Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri 2019 verða handaðar.

Gunvør Balle
virkandi borgarstjóri