04. oktober 2019
Hóttafallið er vent
- segði Gunvør Balle, virkandi borgarstjóri, tá hon setti Eldradagin 2019 í Perlutúninum í morgun.

- Fyri fáum árum síðani hoyrdu vit, at Føroya land stóð fyri hóttafalli. Tey ungu fluttu av landinum, og vit, sum vóru eftir, gjørdust alsamt eldri.

- Hetta var ein álvarslig støða, men eg var altíð sannførd um, at vit ikki skuldu fella í fátt. Føroyar vóru og eru eitt gott land at liva í. Tað mugu vit ongantíð gloyma at minna okkum sjálvi á – og tað mugu vit minnast at siga okkara børnum og abba- og ommubørnum.

- Vit skapa sjálvi myndina um tað samfelag, vit liva í – og harvið skapa vit eisini hugin til at liva í samfelagnum. Og tað er okkara ábyrgd at gera okkum ómak at skapa eina góða mynd og at geva hesa víðari til næsta ættarliðið. Tí soleiðis fjálga vit um tað, sum er okkara, og bara soleiðis kunnu vit geva teimum hug og áræði at bera víðari tað samfelag, sum vit hava skapt. Soleiðis menna vit tey virði, sum vit við okkara evnum og áhaldni hava bygt lív okkara á.

- Hóttafallið er vent, og nú blóma Føroyar, og okkara kæru flyta aftur til Føroya sum ongantíð áður. Vit, sum vóru her, eisini tá ið tað gekk verri, hava okkara stóra lut í framgongdini. Tí vit gloymdu ongantíð tað serstaka og heimliga, sum ger okkara land til eitt gott land at búgva og eldast í.

---

- Vit, sum búgva her í Tórshavnar kommunu, liva í einum góðum samfelag, har familjan er umráðandi og sosialu bondini hava stóran týdning. Vit geva hvørjum øðrum ans og hava eitt gott og trygt samfelag við tænastum, ið ikki allar eru serliga dýrar, men kortini væl eru kappingarførar við tær bestu í heiminum. Tað eiga vit at vera takksom fyri, og tað eiga vit at varpa út og læra okkara eftirkomarar at virðismeta og hjúkla um.

- Burtur úr rúgvuni kann eg nevna Tilhaldið í Tórsgøtu, tilhaldini til eldri í Kollafirði og í Nólsoy. Vit hava eisini eitt virkið Pensjónistafelag. Og so hava vit Heilræði, sum ger eitt serstakliga stórt arbeiði við at koma út til eldri borgarar í kommununi og ráðgeva og vegleiða um teir møguleikar, sum eru hjá eldri fólki í Tórshavnar kommunu – eitt nú møguleikarnir fyri heilsustimbran. Hetta verður gjørt fyri at skapa tryggleika og ikki minst fyri at forða fyri, at smáir trupulleikar vaksa seg stórar.

- Kvøldskúlin er eisini eitt gott mið, har til ber at finna okkurt til eitthvørt áhugamál, bæði bókligt og handaligt – eisini hjá okkara eldri.

---

- Havi hug at nevna nøkur umráðandi viðurskifti, sum altíð eru umráðandi – eisini hjá eldri fólki.

- Tað er sera týdningarmikið at varðveita tey sosialu bondini alt lívið, at hitta onnur og at vera saman við ungum sum eldri.

- Og tað er eisini avgerandi, at vit varðveita tað barnsliga forvitnið og at bjóða tí av. Hóast vit eldast, menna vit heilan, tá ið vit uppliva okkurt nýtt.

- Haraftrat er neyðugt er at røra seg. Tess eldri vit gerast, verri fer óvirkni við okkum. Avbjóðingin hjá mongum eldri er, at heilanum tørvar súrevni, og tey møðast skjótt. Rørsla stimbrar blóðrenslið og veitir heilanum súrevni. Tá ið vit íðka, føðast nýggjar heilakyknur - hóast aldur.

---

- Sameindu Tjóðir hava ásett altjóða eldradagin, sum er 1. oktobur. Dagurin verður hátíðarhildin kring allan knøttin. Sjálvandi halda vit eisini dagin hjá okkum.

- Dagurin í dag er tí tykkara dagur, og tað er hugaligt at síggja, at tey, sum skipa fyri Eldradegnum, hava gjørt so nógv burtur úr. Skráin fyri dagin er ómetaliga fjølbroytt, her er bæði tónleikur, hugleiðingar, framsýningar og annað á skránni.

- Eg ivist ikki í, at dagurin í dag fer at hepnast væl, og tað er mín vón, at vit fara at fáa nakrar góðar og minniligar upplivingar og hugnaligar løtur saman.

- Við hesum orðum fari eg at lýsa eldradagin 2019 fyri at verða settan, segði Gunvør Balle at enda.