04. oktober 2019
Tveir kommunulæknar í nýggj høli í Hoyvík
Tveir kommunulæknar eru fluttir í nýggj høli í Læknahúsinum í Hoyvík, á Kirkjustræti 2. Nýggja kommunulæknaviðtalan við Bjarna Wardum er nú latin upp í Læknahúsinum í Hoyvík. Viðtalan hevur telefonnummar 308 308. Heimasíðan hjá Bjarna Wardum er at finna á www.minlaekni.fo

Kommunulæknaviðtalan við Turið Holm Johannessen er eisini flutt í nýggj høli í Læknahúsinum í Hoyvík.Turið Holm Johannessen er sett í fast starv í viðtaluni, sum Annika Olsen fór úr fyri tveimum árum síðani. Viðtalan hevur telefonnummar 617700. Heimasíðan hjá Turið Holm Johannessen er www.kommunulakni.fo

Næstu vikurnar flyta tríggir aðrir kommunulæknar í Tórshavn niðan í Læknahúsið í Hoyvík. Talan er um kommunulæknarnar Amaliu Danielsen, Birna Hansen og Guðrun Mortensen.