09. oktober 2019
SNILDIR BÝIR Í ARKTISKA ØKINUM
Hvussu kunnu vit við snildum og skipaðum KT-loysnum skapa ein betri bý og eitt betri samfelag? Hetta varpar ráðstevnan Snilda framtíðin – Smart Cities in the Arctic ljós á tann 6.-7. november í Sjóvinnuhúsinum – ljós á.

Ráðstevnan leggur dent á trý øki, sum skapa trýst á kommunur í Føroyum og vælferðarsamfelagið sum heild, men hesar avbjóðingar kunnu mennast við snildum loysnum.

Hesi eru: 1) eldraøkið 2) samferðsla og 3) orka í bygningum

Smartfon, smartTV, smart-watch eru tól, sum sameina og skapa snildari atgongd til ymiskar tænastur, sum gera gerandisdagin lættari – men kunnu vit ímynda okkum eitt púrasta “snilt samfelag”, har allur býurin, tænastur og skipanir tosa saman og eru snildar?

Átrokandi veðurlagsbroytingarnar krevja, at vit arbeiða mótvegis loysnum, sum tryggja okkara framtíð og vælferðarsamfelag. Í hesum sambandi er Smart Cities eitt hugtak, vit fara at hoyra nógv um komandi árini.

Smart Cities vísir til eina ávísa arbeiðstilgongd, sum snýr seg um, hvussu vit skipa og loysa kjarnauppgávur í kommunum og samfelagnum sum heild. Hugtakið fevnir um at menna snildari loysnir við tøkni, sum longu finst, fyri betur at gagnnýta og menna tilfeingið í samfelagnum umframt menna lívsgóðskuna hjá borgarum.

Við at sameina dáta og kunningartøkni (ICT) ber til at menna góðsku og virksemi av til dømis skipanum og tænastum, innan eitt nú orku, ferðslu, burturkast o.a. Tað er sostatt ikki sjálv tøknin, sum skapar ein snildan bý, men heldur hvussu vit skipa og brúka dáta og tøkni til at menna rakstur og tænastur til borgarar og vinnu.

Okkara grannar í Íslandi, Danmark, Finnlandi o.ø. Norðurlondum arbeiða longu málrættað við Smart-City-ætlanum við góðum royndum, og tí ynskir Fróðskaparsetrið saman við Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum eisini at seta evnið á breddan í Føroyum.

Men hvat fevnir hugtakið Smart Cities um, hvussu arbeiða londini rundan um okkum við hugtakinum, og hvussu kunnu vit arbeiða við tí í Føroyum? Hetta fer ráðstevnan Snilda framtíðin at viðgera.

Ráðstevnan kostar 750 kr. fyri báðar dagar íroknað miðmála og kaffi, og atgongumerki kunnu keypast her:
https://setur.atgongumerki.fo/webshop/event/1032548/order/info

Um tú arbeiðir á einum almennum stovni, kann títt arbeiðspláss gera bólkatilmelding við at senda teldupost til: livj@setur.fo, og rokning verður síðani send arbeiðsplássinum.

Skráin fyri ráðstevnuna er ávegis.

Ráðstevnan er almen, og serliga ætlað stovnum, fyritøkum og felagsskapum, sum arbeiða innan eldraøki, orku og samferðslu umframt teimum, sum arbeiða við kunningartøkni og talgilding.

Fróðskaparsetur Føroya hevur tikið stig til og samskipað ráðstevnuna saman við Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum. Ráðstevnan er liður í afturvendandi verkætlanini hjá Fróðskaparsetri Føroya, ið eitur Green Growth Dialogue.

Les meiri um Green Growth Dialogue og ráðstevnuna her: https://www.greengrowthdialogue.com/