06. novembur 2019
Nýtt myndakort av Havnini

Nú ber til at síggja, hvussu rundkoyringin Smílið á Landavegnum, útbyggingin av Tórshavnar Havn, nýggi Musikkskúlin, kirkjugarðurin í Hoyvík og nógv annað sær út úr luftini. Tórshavnar kommuna hevur í ár avmyndað Tórshavn, Argir, Hoyvík, Hvítanes og Sund við dronu og framleitt myndakort av avmyndaðu økjunum. Umframt hetta vóru myndir eisini tiknar í óbygdum økjum, og tískil ber eisini til at síggja Rossagøtuna, viðarlundina í Havnardali, vindmyllurnar í Húsahaga í stórari upploysn – ja, í bestu upploysn nakrantíð.

Fýra ár eru liðin, síðani Tórshavnar kommuna seinast varð avmyndað. Myndakortini eru at síggja á ymiskum kortum hjá Tórshavnar kommunu og eisini á Føroyakortinum, sum fyrr æt Kortal.

Áleið 30,000 myndir vórðu tiknar í tíðarskeiðinum frá juni – oktobur, men flestu myndirnar eru tiknar í juli og august.

Ætlanin er at gera nýggj myndakort av øllum bygdum í kommununi annaðhvørt ár. Aðrar bygdir í kommununi, sum ikki eru avmyndaðar í ár, hava enn myndakort frá 2017. Eftir ætlan verða nýggjar myndir tiknar av hesum økjunum longu næsta ár.