07. november 2019
Borgarafundur á Velbastað í gjárkvøldið
Tað var Annika Olsen, borgarstjóri, sum beyð vælkomin til borgarafund á Velbastað í gjárkvøldið, har tað var stúgvandi fult av av væluppløgdum fólki úr Kirkjubø og av Velbastað.

Skráin var løgd frammanundan. Økissamskiparin Gunnar Djurhuus legði fyri og greiddi frá nógvum trivnaðarátøkum. Aftaná greiddi Barbara Mikkelsen frá býarskipanardeildini frá um gøtur á Velbastað og í Kirkjubø, um skógfriðing og um útstykking. Her vóru nógvar og ymsar meiningar og skrivarin hevði úr at gera at fáa øll hugskotini niðurskrivað.

Sigurð Ó. Vang, mentanarleiðari, greiddi frá um Velbastaðar skúla og um nýggj hugskot um skúlabygnaðin. Her var eisini drúgvt kjak. Aftaná trein tekniski stjórin, Marius Múller, á pallin, hann greiddi frá um tyrving av gróti úr Sandoyartunlinum. Eisini her komu nógv góð hugskot, sum tó tey flestu verða borin víðari til avvarðandi myndugleikar sum Landsverk, Tunnilsfelagið og NCC.

Katrin Nielsen á teknisku deild legði fram um Bussleiðina. Her vóru sera nógvar viðmerkingar, serliga tá tað snýr seg um koyring av skúlabørnum. Hóast ónøgd við tann partin av koyringini, so komu eisini í hesum føri fleiri hugskot fram, sum tikin verða til eftirtektar og viðgerðar í umsitingini.

Fólk fingu ein góðan drekkamunn og aftaná var lívligt kjak, sum borgarstjórin rundaði av eitt lítið sindur seinni enn ætlað. Samanlagt ein áhugaverdur fundur við hópin av áhugaverdum hugskotum hjá umsitingini at kanna og arbeiða víðari við.