07. novembur 2019
Farmsýning við snildum talgildum loysnum
Í dag hósdagin 7. november er spennandi framsýning opin í Sjóvinnuhúsinum í sambandi við ráðstevnuna "Snilda Framtíðin".

Framsýningin ”Internet of Things” er partur av ráðstevnuni og er opin fyri øllum. Framsýningin er opin til kl.15 í dag á 3. hædd í Sjóvinnuhúsinum. Her fært tú innlit í, hvussu tøkni og tól, sum vit nýta í gerandisdegnum, kunnu ”tosa” hvørt við annað og við okkum, og tað letur upp fyri nýggjum møguleikum fyri, hvussu vit nýta tøkni og tól í framtíðini. 



Ráðstevnan, sum Fróðskaparsetrið saman við Tórshavnar kommunu og Hugskotinum skipa fyri, varpar ljós á, hvussu vit við snildum KT-loysnum kunnu skapa ein betri bý og eitt betri samfelag.

Snildfon, snild-sjónvørp og snild-ur eru tól, sum sameina og skapa snildari atgongd til ymiskar tænastur, sum gera gerandisdagin lættari. Men kunnu vit ímynda okkum eitt púrasta “snilt samfelag”, har allur býurin, tænastur og skipanir tosa saman og eru snildar?



Framsýningin er ætlað at geva íblástur, har tú kanst uppliva og royna IoT-tøkni og betur skilja, hvat IoT snýr seg um.

Framsýningin fevnir millum annað um ymiskar IoT-loysnir innan fyri heilsu og umsorgan og IoT-skipanir, sum kunnu nýtast til eftirlit, fjarstýring og sjálvvirkandi skipanir í býum innan eitt nú parkering, vatn, orku og umhvørvi.

Myndir: veingir