07. novembur 2019
8. flokkar hoyra um fjølbroyttan arbeiðsmarknað
Næmingar í 8. flokki í fólkaskúlum í Tórshavnar kommunu eru í dag og í morgin til áhugaverda tiltakið “Greið frá tínum yrki”.

Tiltakið byrjaði í morgun á Reinsarínum, har næmingar fáa høvi at hoyra um ymisk yrki innan handverk og yrkislæru. 

Her er røðan, sum Gunvør Balle, varaborgarstjóri, helt.

Fleiri myndir eru á Facebook hjá Tórshavnar kommunu.

--- --- ---

Sum tit øll vita, so er okkara arbeiðsmarknaður sera fjølbroyttur. Summi tíma illa at ganga í skúla og vilja fara til sjós - og kanska seinni fáa eina útbúgving sum skipari, stýrimaður, maskinmaður ella kokkur .

Onnur vilja gerast handverkarar - timburmenn, elektrikkarar, rørleggjarar, snikkarar, málarar - og kanska sum frálíður arbeiða sjálvstøðugt.

Men fyri tey flestu av tykkum er tað sera trupult longu nú at velja tykkara lívsleið. Tey flestu vilja nokk helst ganga í skúla eina tíð aftrat og kanska spakuliga royna at finna útav, hvat ein skal velja.

Og sjálvandi fer ein partur av tykkum víðari at taka eina bókliga útbúgving. Men vit kunnu ikki øll vera advokatar, læknar, lærarar ella borgarstjórar.

Samfelagið er meira fjølbroytt enn so, og tí er umráðandi so tíðliga sum gjørligt at seta seg inn í, hvørjir møguleikar eru.

Tað er trupult at velja. Tí starvsmøguleikarnir eru sera nógvir og tað er trupult at seta seg inn í og møguliga royna alt. Og kanska onkur størv eru har úti, sum tit aldrin hava hoyrt um, men sum kundu havt tykkara áhuga, um tit kendu til tey.

Júst tí er hetta eitt so ótrúliga gott høvi. Her fáa tit høvið at hoyra yrkislærd og handverkarar greiða frá síni yrkisleið og sínum lívi sum handverkarar.



Tiltakið er skipað soleiðis, at tit fáa høvið at hitta fólk við ymsum útbúgvingum, sum í úti við hálvan tíma greiða frá og práta við tykkum, meðan tit seta teimum spurningar - so flyta tit í annað høli og hitta onnur folk við øðrum útbúgvingum.

Hugskotið er, at tit aftaná í flokkunum kunnu deila upplivingar, og fáa eitt inntrykk av, hvat tað merkir at vera handverkari ella yrkislærdur, uttan øll at skula sita í dagavís og hoyra øll faklærd siga frá.

Eg vóni at tit fara at taka væl ímóti hesum møguleikanum. Vitan er løtt at bera og gott innlit í arbeiðsmarknaðin kann spara tykkum nógv høvuðbryggj, tí tað ger tað nógv lættari hjá tykkum at velja lívsleiðina seinni.

Eg fari at takka fyri at eg kundi koma at heilsa uppá tykkum og ynskja tykkum góða eydnu við tiltakinum í dag. Eg vóni at tit fáa nógv burturúr og at tit aftaná vera røsk at deila tykkara vitan við floksfelagarnar.

Takk fyri og góða eydnu.

Gunvør Balle
varaborgarstjóri