26. novembur 2019
Eldraøkið munandi uppraðfest
Á býráðsfundinum hóskvøldið er eykajáttan fyri 2019 á skrá. Eykajáttanir skulu vera samtyktar við 2. viðgerð áðrenn 31. desember í fíggjarárinum.

Inntøkurnar í 2019 eru hægri enn mettar.

Nøkur rakstrarstøð hava tørv á meiri játtan. Í eykajáttanini er ætlanin at játta fleiri upphæddir til eldraøkið – t.d. kvart millión til at keypa tannlæknaútgerð soleiðis, at ein tannlækni kann vitja røktarheimini og geva tannrøkt, har tey eldru búgva. Útgerðin kann brúkast á øllum røktarheimum í kommununi.

Reingerðartænastan heldur ætlandi fram og fær játtað 1,2 milliónir. Henda tænastan er til fólkapensjónistar, sum ikki sjálvir megna at gera reint í egnum heimi.

Aðrar 3 milliónir verða eftir ætlan nýttar til at uppraðfesta fleiri heitar hendur. Peningurin fer til røktartænastur á røktardeildunum.

Í íløguætlanini er eisini neyðug játtan til demensdepil á Tjarnargarði, sum skal verða liðugur komandi ár. Eisini verður depilin við 27 plássum í Hoyvík til umlætting og endurvenjing liðugur.