27. november 2019
Hálva miljón til Havnar Bjargingarfelag
Í eykajáttanini fyri 2019, sum kemur til viðgerðar á býráðsfundi hóskvøldið, verður skotið upp at játta eina hálva miljón krónur sum stuðul til nýggja bátin Tanum hjá Havnar Bjargingarfelag.

Báturin Tanum, sum Havnar Bjaringarelag keypti fyrr í ár, er væl størri enn Resque Lív. Hann er eisini rúmligari, og umstøðurnar hjá manningini eru nógv betri. Umstøðurnar til sjúkraflutning verða væl betri, umframt at pláss verður fyri fleiri fólkum umborð, gerst tað neyðugt í eini neyðstøðu.

Tanum er bygdur í 1995, og er í góðum standi. Ætlanin hevur verið at dagføra og uppstiga bátin í ár og komandi ár, so at talan verður um ein mest sum nýggjan bát, tá hann er liðugur. Tá Tanum er dagførdur við nýggjum motorum, fer mesta ferðin at verða á leið 32 fjóðringar um tíman.

Tað eru aðrir fyrimunir við Tanum, eitt nú er hann betri í sjónum enn Rescue LÍV. Eisini hevur hann størri pelatrekk og kann betri sleipa størri bátar og skip, og hann hevur stóra brandpumpu umborð, umframt hópin av bjargingarútgerð.

Á eykajáttanini fyri 2019, sum kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld – hóskvøldið – eru avsettar 500 túsund krónur til Havnar Bjargingarfelag til uppstiging av Tanum, sum báturin framvegis eitur – men hann broytir navn til Resque Lív, tá hesin verður seldur av landinum komandi ár.