28. november 2019
Byggisamtyktin fyri Hest endaliga góðkend
Byggisamtyktin fyri Hest varð samtykt av Tórshavnar býráð tann 4. juli í ár og varð endaliga góðkend av Umhvørvis- og vinnumálaráðnum nú í vikuni, tann 26. november 2019.

Eingin byggisamtykt hevur verið í Hesti, og tí hevur tað verið trupult at avgreitt mál har. Byggisamtyktin skipar fyrst og fremst bygdina í øki í mun til verandi viðurskifti, men eisini eru nýggj øki útløgd – t.d. eitt summarhúsøki.

Byggisamtyktin skipar bygdina við hesum økjum:
A: Bústaðarøki
B: Havnaøki
D: Almennir stovnar og mentan
E: Neyst og bátapláss
F: Frítíðar- og summarhús
4. Grundumráði: Landbúnaður og alment frílendi

Sí annars leinkju HER