28. november 2019
Borgarar á Argjaboða verða kunnaðir um alla tilgongdina
Byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar kommunu samtykti tíðliga í 2018 at taka undir við, at ein serstøk byggisamtykt varð gjørd fyri eitt øki á Argjaboða, har eitt smápartafelag hevði ætlanir um at byggja 27 íbúðir, umframt felagshøli og parkeringsøki.

Talan var um 27 íbúðir, sum eru 93 m2 hvør og hava trý kømur. Allar íbúðirnar hava egna terassu, vásarúm, úthús og privat p-pláss í parkeringskjallara. Harumframt er eitt felagsrúm, sum er 200 m2 og felags terassur.

Málsgongdin

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at góðkenna uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri økið, treytað av at umsøkjarin fekk loyvi at keypa lendið. Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 27. mars í ár at taka undir við tilmælinum og málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi 24. apríl í ár.

Uppskotið um nýggja byggisamtykt hevur so ligið til almenna hoyring og í tí sambandi komu inn fýra mótmæli. Hesi snúgva seg mest um ótíðarhóskandi og vánaligan koyriveg, vantandi gongubreytir og parkeringstrupulleikar í økinum. Eisini verður funnist at vantandi umhvørviskanning.

Mælt varð til at dagføra vegin út á Argjaboða og at gera eina heildarætlan fyri økið, harundir ferðsluviðurskifti og tekniskar leiðingar. Í hesum sambandi mæltu tekniski stjórin og leiðarin á býarskipanardeildin frá at samtykkja uppskotið um serstaka byggisamtykt, til ein heildarætlan fyri Argjaboða fyriliggur.

Men tann 11. september samtykkir ein meiriluti í byggi- og býarskipanarnevndini uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt – og at kommunan dagførir vegin út á Argjaboða. Fíggjarnevndin samtykkir tveir dagar seinni at taka undir við málinum, men beinir málið viðvíkjandi byggisamtyktini í býráðið – og beinir málið um dagføringina av vegnum út á Argjaboða í teknisku nevnd sum eitt nýtt mál.

Mótmæla ætlanini

Men nú áðrenn málið kemur til viðgerðar mótmæla íbúgvar í økinum, at eingin ætlan er fyri, hvussu ein íbúðarbygging á Argjaboða skal bera til, uttan at flyta heilar familjur úr húsum teirra, hús takast niður, gomul neyst partvís takast niður, gamli spedalskukirkjugarðurin gerast til veg og elsta húsið á takast niður.

Mótmælt verður, at ein ætlan, sum hevur so stóra ávirkan á borgarar, kann fremjast uttan atlit til og uttan dialog við tey, sum í sera stóran mun verða ávirkað av ætlanini. Hetta stóð alt at lesa á in.fo í gjárkvøldið.

Kommunan ger seg ikki inn á økið

Tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu vísir á, at talan er ikki um broyting av byggisamtyktini, men um serstaka byggisamtykt, ið skal gerast sambært áseting fyri hetta øki. Økið ið talan er um, liggur í C3 øki í almennu byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu.

Almenna byggisamtyktin lýsir, hvar bygging er ætlað í kommununi. Kommunan skal sum útgangsstøði loyva bygging, sum heldur seg innanfyri byggisamtyktarligar ásetingar.

Á C3 øki er henda áseting galdandi:

§ 22. Ásetingar fyri umráðispartin C3 í 3. grundumráði
1. Umráðisparturin verður í síni heild lagdur til miðstaðaendamál, t.e. handlar, skrivstovuhøli, ráðleggingarvirki og tænastuvirki, ið hava samband við hetta. Loyvt er eisini at byggja skúlar, almennar stovnar og íbúðir.
2. Útstykking og bygging verður einans loyvd sambært serstakari byggisamtykt, ið byggivaldið hevur góðkent fyri alt økið, ella ein nattúrliga avmarkaðan part av tí.
3. Byggistigið fyri umráðispartin má ikki fara upp um 0,4.
4. Nýtslustigið fyri umráðispartin má ikki fara upp um 0,8.

Serstaka byggisamtyktin varð løgd til almenna hoyring og vóru fleiri mótmæli, í høvuðsheitum um ferðsluviðurskifti. Ferðslunevndin hevur málið um ferðslu til viðgerðar, og er fyribils ætlanin at gera ljósregulering við radara, soleiðis at skiftið verður tillagað ferðsluni.

Áðrenn hetta verður gjørt, skal ætlanin ferðslugranskoðast. Um tikið verður undir við hesari loysnini, verður hon sett í verk, og eftir eina tíð eftirmett, og støða tikin til, um og hvørji onnur átøk skulu gerast.

Kommunan hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at taka hús niður ella at gera seg inn á økið. Og kommunan fer at kunna um, hvussu ferðsluljósini verða skipað og hvussu arbeiðsferðslan annars verður skipað í byggitíðini, sigur tekniska deild.

Málið verður viðgjørt á býráðsfundi í kvøld.