30. november 2019
Røðan tá ið jólatræið undir Tinghúsinum varð tendrað

Góðu børn og vaksin, góðu familjur

Nú tendra vit ljósini. Hesa myrkastu tíð, savnast vit í miðbýnum og bjóða jólunum vælkomnum. Vit bjóða øllum tí innum, sum vit gleða okkum allarmest til.

Børnini eru spent, og í ár hava vit í Tórshavnar kommunu eina serliga gávu við til tykkum. Hon er ikki pakkað inn, men stendur beint her á Tinghúsvegnum. Um eina lítla løtu fer spildurnýggi reyði stigabilurin hjá sløkkiliðinum at flyta jólamannin ovast upp soleiðis, at hann fær tendrað øll ljósini. Tá ið lyftan á nýggja bilinum er heilt úti, røkkur hon 53 metrar beint uppeftir.

Fyrsta jólatræið varð tendrað sum ein vónarglæma undir Tinghúsinum fyri 85 árum síðani. Tá høvdu havnarfólk ongan stigabil, sum henda. Men jólini snúgva seg enn um tað sama. 

Tey snúgva seg um at vera saman við okkara kæru, og tey snúgva seg um, at vit geva okkum stundir til hvønn annan.


Jólini snúgva seg eisini um smáar og stórar gávur. Og í morgin lata vit fyrstu lúkuna upp í jólakalendaranum. Men longu í dag lata vit upp fyri jólahugnanum í okkara høvuðsstaði. Fyri framman bíðar ein serlig tíð við nógvum góðum løtum. Ein tíð, har vit koma í jólahýr. Ein tíð, har vit hugna okkum saman. Ein tíð, sum børnini gleða seg serliga nóg til. 

Jólini vekja nógv góð minni. Vit koma í jólahýr, tá ið vit fáa enskar karamellur, tá ið børnini koma heim og syngja jólasangir og tá ið vit kenna angan av granni, nelikar og mandarinum. 

Jólini eru mest av øllum besta løtan, vit kunnu njóta saman, fleiri ættarlið.  

Havnarfólk gera nógv burturúr at hugna og fjálga um, nú tað er kalt, og veturin er komin. Og í miðbýnum tendra vit eisini ljósini og prýða hús og gøtur, so alt gerst so hugnaligt. Vit vilja skapa og spjaða gleði og hugna í eini annars myrkari tíð.

Jólatræið, sum tit síggja her, hevur vaksið seg stórt í Reykjavík í hálva øld. Nú hugnar tað um á Vaglinum, og um eina lítla løtu fer stigabilurin heilt upp til ovastu nálirnar á trænum, og so fer jólamaðurin at tendra jólastjørnuna og alt træið. 

Við okkum í dag er Dóra Bjørt Guðjónsdóttir, borgarfulltrúði í Reykjavík. Fari at takka henni, reykjavíkingum og øllum íslendingum fyri hesa gávu og ynski við hesum okkara grannum eini gleðilig jól og gott nýggjár.

Jólini eru barnanna hátíð. Í okkara fyrireikingum til jólini hugsa vit altíð um familjuna. 

Býurin hevur eisini nógv at bjóða tykkum børnum, og øll eru vælkomin at vitja nógvu tiltøkini og upplivingarnar, sum verða í býnum fram til jóla. Nógv tykkara hava longu verið á ísvøllinum, og tað er stuttligt at síggja tykkum á skoytum. Ja, tit duga ordiliga væl!

Ljósini glógva enn einaferð fyri okkum øllum somlum - her á Vaglinum og í hvørjum heimi. Og hiðani av Vaglinum skal ljóða eitt ynski um eini gleðilig jól til allar landsmenn, sum allir eru so hjartaliga vælkomnir at uppliva høvuðsstaðin í jólahýri hesar dagarnar.

Góðu havnarfólk, góðu gestir. Í dag byrja jólini í Havn. 

Gleðilig jól, øll somul!

Annika Olsen

borgarstjóri



Fleiri myndir eru at síggja á Facebook