04. desembur 2019
Klippfisk filmskapping 2019: Vinnarin funnin
Spenningur var í luftini, tá ið sýningarnar av teimum 16 filmunum, í árligu filmskappingini hjá Klippfiski, vóru í stásiliga fyrilestrarsalinum á Glasi, mánakvøldið 2.desember. 

Evnið í ár var ”Òtti” og snávingarsteinurin(benspænd'ið) var vatn. T.v.s. at vatn skuldi spæla ein lut í filminum. 60 luttakarar, runt um í Føroyum, høvdu teknað seg til filmskappingina, har fýra teirra vóru útisetar, búsitandi í Danmark og Onglandi. So tað var onki løgið í, at salurin var fullsettur.



Eftir sýningar avdúkaði Maria Winther Olsen, flmsleikstjóri og forkvinna í felagnum Føroysk Filmsfólk, hvørjir vinnararnir vóru. Dómsnevndin í ár vóru Ingun í Skrivarastovu, Maria Winther Olsen og Pætur Marjunarson Dahl.

The Stenbergs besta flmin


Besti Filmur var Babbar mugu ikki forskrekkjast. BrøðurnirJákup og Jónfinn Stenberg og bróðursonur teirra, Hákun Stenberg, gjørdu filminí felag.

 Um filmin segði dómsnevndin soleiðis:

Filmurin, við sínum undirspælda humoristiska tóna, gevureina sterka heildaruppliving. Filmurin er sera væl úr hondum greiddur og hevureitt høgt støði á øllum parametrum. Leikritið er væl skrivað við einaribyrjan, miðju og enda. Við sínum mongu kameravinklum gevur tað hyggjaranum eittsterkt visuelt upplivilsi. Harumframt líkur filmurin treytirnar á besta hátt. Óttin verður lýstur skemtiliga, og vatnið verður brúkt á ein undirspældanhátt. Samanumtikið ein frálíkur og skemtligur filmur.

 

Hákunbesti leikari


Besti Leikari var Hákun Stenberg í leiklutinum sum argandi sonurin í filminum“Babbar mugu ikki forskrekkjast”. Pápi Hákun tók ímóti heiðurslønini.

Dómsnevndin segði soleiðis:

Leikarin ger ikki so nógv um seg, men hevur eitt heiltserligt glimt í eyganum. Leikluturin er undirspældur, men ber filmin sera væl.Dialogurin er natúrligur og liggur væl í munninum, og eygnabráðið stendureftir sum ein sterkur forteljari. Vit gleða okkum at síggja meira tilevnaríka leikaran í framtíðini.

Oh Shitbesta hugskot


Systrarnar Sigrid og KajsaHolm Bic áttu Besta Hugskot viðfilminum Oh Shit.

Dómsnevndin segði soleiðis:

Við sínum skemtiliga tóna meistrar filmurin á besta háttat seta orð og myndir á kensluna “Ótti”. Leikritið megnar við sínumfaktuellum upplýsingum um høvuðskarakterin at geva eina sjarmerandisamtíðarmynd av føroyska ungdóminum, umframt at leikritið javnvigar millumálvara og skemt. Filmurin hevur eina sterka visuella rødd, umframt at filmurinhevur sera góð leikaraavrik frá bæði fólki og hundi.


Katarsis ársins herðaklapp



Ársins Herðaklapp fekkorðaleysi filmurin Katarsis. Ìbólkinum vóru Katrin Hvítklett, Anna Elisabeth Isholm Wind, Katarina HeradóttirAndreasen og Ragnar Marr Erlandsson.

Um filmin segði dómsnevndinsoleiðis:

Frá fyrsta sekundi dregur filmurin teg inn í ein øðrvísifilmsheim. Ein heimur har myndinar er á høgum støði og har forteljaragleðin ereyðsýnd. Við sínum sansandi og sveimandi kamerarørslum, megnar filmurin atseta mynd á kensluna ótta uttan at nýta dialog. Myndasíðan er væl stuðlaðav vøkru scenografiuni og ikki minst sterka leikaraavrikinum.