04. desembur 2019
Tórsbreyt fær ljós
Nú fáa rennarar og onnnur, sum íðka á Tórsbreyt, ordilig ljósviðurskifti. Fíggjarætlanin fyri 2020 er samtykt, og har er játtað 1 mió.kr til at seta eina ljósmastur upp við breytina.

Íðkarar hava leingi víst á, at ljósviðurskiftini áttu at verið betrað. Og tað verða tey nú. Tá ið nýggja ljósið er sett upp og tendrað, verður sýnið munandi betri vetrarhálvuna, so tað er høgligari at íðka myrku mánaðirnar.

Somuleiðis verður trygdin á og kring breytina nógv betri, tá ið tey venja spjótkast, kúluvarp og kúlukast.