05. desembur 2019
Jólaljósini eru birt á Velbastað

Jólatræið á Velbastað varð tendrað mikukvøldið. Emil Olsen, stiftsprestur, segði nøkur orð, og Havnar hornorkestur spældi. Jólamaðurin vitjaði eisini.

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, bar fram røðu, sum sæst niðanfyri.

--- --- ---

Góðu tit øll

Eg takki fyri hetta høvið at siga nøkur orð, nú jólatræið á Velbastað verður tendrað, so sum gjørt verður runt um í kommununi.

Upplagt er at byrja við at tríva í eitt ørindi úr einum av okkara kendastu jólasangum, og sum børnini eisini kenna væl:

Nú birtast túsund jólaljós
í hesi myrku stund,
og túsund onnur glógva nú
á himna bláu grund.

Vit eru í myrkastu tíð, men øll adventstíðin er jú ein fráboðan um, at nú kemur ljósið.
Ljós eru so ymisk. Summi lýsa køld, onnur lýsa heit. 

Í ørindinum, eg júst las upp, kennist hiti. Birt verður undir túsundtals jólaljós, og onnur túsund glógva í himmalhválvinum.

Hetta er eisini ein lýsing av, at jólini eru liður í einum rituali bæði av verðsligum og átrúnaðarligum slag. Menniskja hevur jú brúk fyri báðum.

Tað eru ikki bert ljós, sum glógva. Børn eru fødd við eini innari glóð til lívið. Glæmuna frá hesum upphavsins ljósi síggja vit í barnaeygunum, tá tey eru spent, glað og trygg, og tá tey vísa takksemi og kærleika.

Tað áliggur okkum vaksnu støðugt at halda hesa glóð í børnunum á lívi, ja, eisini glóðina í okkum sjálvum. Vit skulu støðugt leggja aftrat eldinum. Gera vit ikki tað, so er vandi fyri, at lívsneistin spakuliga verður køvdur og eyguni ikki glógva meir – tey eru sloknað.

Ættarliðið, ið nú veksur upp, upplivir eitt heilt annað ljós enn fyrr. Eitt kaldari ljós við nógvum dygdum, men sum eisini hevur fleiri vansar við sær. 

Øvugt innaru glóðini kemur hetta eftirgjørda ljósið uttanífrá, har tað skyggir og lýsir alt andlitið upp. Bláliga ljósið frá snildfonini og Ipaddinum lýsir skært og dregur alt uppmerksemið til sín. Vit verða øll meira og meira bundin av tí. 

Børnini duga at brúka talgildu samskiftistólini longu í vøggustovualdri, og lætt er hjá børnum og ungum, ja, vaksnum við, at blíva burtur í tí ofta forlorna veruleika, sum har er at finna. Vit gerast við tíðini dølsk, ókritisk og kanska eisini intolerant og missa sambandið við onnur í nærumhvørvinum.

Grundleggjandi er menniskja ein sosial vera. Vit hava tørv á at vera saman og hava samband við onnur. Talgilda samskiftistøknin kann nøkta ein part av hesum tørvi, men tað er ein samvera og eitt samband í einum talgildum umhvørvi. 

Gongdin er, at vit gerast alsamt meira einsamøll í fysiska nærumhvørvinum.

Einsemi er tí vaksandi vandamál nú á døgum, sjálvt um fólkatalið her heima og úti í heimi økist í stórum.

Jólaljósið afturímóti savnar og fjálgar okkum menniskju. Jólaljósið skapar sambond og kenslur okkara millum.

Ja, jólaljósið – bæði tað á trænum her á Velbastað og í jólaevangeliinum, minnir okkum á nøkur grundleggjandi virði, sum vit hvørji jól halda í hevd og bera víðari. Virði, sum frá barnaárunum festa rót í innastu hjartatræðrunum. 

Ja, virði so rík og heilag, at tað fær eyguni at glógva bæði hjá stórum og smáum.
Ein jólasálmur sigur hetta soleiðis:

O, undurfagra sól,
Sum birtist fyrstu jól!
Kynd eld á køldum eimi!
Birt ljós í myrkum heimi,
Lat mannahjørtu kenna,
At jólaljós enn brenna!

Jólasiðvenjurnar eru mangar og eingin familja heldur jól á sama hátt. Summi kóka kleynur, meðan onnur heldur baka góðaráð. Summi hava gás til jóladøgurða, onnur vilja hava dunnu ella ræst kjøt. Og summi velja at fara av landinum at halda jól, meðan tað fyri onnur er óhugsandi ikki at halda jól heima í egnari stovu.

Øll jólastákanin, um vit so gera nógv ella lítið burturúr, er tó partur av sama árliga rituali, og sum fylgir og fyllur okkum alt lívið. 

Vit eiga tí hesar komandi adventsvikurnar og í jólahøgtíðini at minnast til at geva okkum stundir, so at vit unna okkum bestu umstøður at finna veruliga nærveru við onnur og – ikki minst – at finna nærveru við okkum sjálvi. 

At seta ferðina niður, at njóta høgtíðina og gleða seg um komu ljósins.
So glógva og gleðast vit øll um jólini og lívið. 

Fari við hesum at ynskja tykkum øllum hugnaliga adventstíð og eini gleðilig jól.
Takk fyri.

Jóan Petur Hentze
trivnaðarstjóri