05. desembur 2019
Langhylurin stendur liðugur í 2022
Arbeiðið at leggja langhylin í Gundadali til rættis gongur væl.

Langhylurin verður bygdur uppí verandi svimjihøll, sum hevur tænt ítróttini og borgarunum væl og framhaldandi fer at gera tað, men sum nú er vorðin ov lítil til vaksandi býin.

Sjálvt byggiarbeiðið verður sett í gongd á heysti 2020.

Gamla ÍSF-húsið stendur á byggiøkinum, og tað verður tikið niður í næstum, so farast kann undir at gera økið byggibúgvið.

Altjóða langhylurin stendur liðugur í 2022. Settar eru 4 mió.kr í 2020 til at fyrireika byggingina. Á langtíðar íløguætlanini eru settar 120 mió.kr av til langhylin.