05. desembur 2019
Træið í Kollafirði skínur bjart
Jólatræið í Kollafirði varð tendrað týskvøldið, tá ið Helena Dam á Neystabø, býráðslimur, flutti fram jólatræsrøðu, sum sæst niðanfyri.

--- --- ---

Kveik eitt ljós – Lukka! 

Góðu Kollfirðingar og góðu børn góðu áhoyrarar. Vælkomin til hesa hátíðarløtu í dag 3. desember, nú jólatræið í Kollafirði verður tendrað. Tøkk til hornorkestrið og til Bergtór Bjarkhamar, prest fyri at seta dám á hesa serligu løtu, tá ið vit tendra jólaljósini – eins væl og vit tendra ljós í øll eygu. 

“Kveik eitt ljós” – kundi verið felagsheitið fyri dagin í dag – og allar dagarnar fram til jóla. Kveik eitt ljós í eygunum og í lívinum hjá teimum, sum tú møtir á tínum veg. Ber teg ikki undan.

Men í øllum jólameldrinum og gávurokanum, kann tað við hvørt tykjast, sum vit gloyma endamálið við jólunum.

Nógv kenna seg uttanfyri og hava ikki umstøður ella ráð til at fylgja við. Tey kenna ikki hitan av at vera innan fyri felagsskapin, men einans kuldan og myrkrið av at vera uttanfyri. Hendir tað, at onkur kennir seg uttan fyri felagsskapin, eru jólini til fánýtis fyri øll. Tú og eg hava ábyrgd av, at tað ikki hendir.

Jesus segði: “Tú skalt elska næstan sum sjálvan teg”. So fekk hann spurningin, hvør er næstin? Heldur enn at svara, segði Jesus frá einari søgu: 

Ein maður var á veg úr Jeriko til Jerusalem, tað var ein long og vandamikil ferð, Nógvir ránsmennn vóru fram við vegnum. Ránsmennirnir lupu sum vera mann á mannin, og tóku alt frá honum. Teir lótu hann liggja naknan og illa særdan á vegnum, so at hann mundi doyð. Hesin maður hevði brúk fyri, at ein næsti kom honum til hjálpar.

Fyrst kom ein prestur framvið, og hann lætst ikki at síggja mannin. So kom ein tempultænari, hann hugdi eisini burtur. Og til seinast kom ein samáriubúgvi. Fólk hildu ikki nógv um samáriubúgvar har um leiðir, og vóru teir kanska ikki altíð virdir sum ein næsti. Men samáriubúgvin gekk ikki fram við tí illa særda manninum – hann sá mannin, og hjálpti honum til eitt herbergi, har hann kundi fáa hjálp.

Og nú spurdi Jesus so upp aftur, hvør av hesum trimum var næstin, hjá tí særda manninum? Samáriubúgvin sjálvandi, svaraði tann, sum hevði spurt. “Ja”, svaraði Jesus, “Og soleiðis skulu vit gera og vera!”

Gerið væl móti øðrum. Tað ringasta er - ikki at vera næstin hjá nøkrum.

“Broyt hvussu tú hyggur, og hygg hvussu tú broytist”.

Í dag 3. Desember er altjóða dagur teirra, ið bera brek. Við hetta jólatræshald havi eg hug at tosa eitt sindur um tað. Tí tað er so ómetaliga týdningarmikið, at øll fólk í Føroyum hava sama rætt og sama møguleika til eitt gott og eitt virðiligt lív. Tað er ikki virðiligt, um ein av okkum ikki sleppur uppí part, bara tí vit ikki eru sum øll hini.

Eg havi lisið at tað eru uml. 5000 føroyingar, sum hava annaðhvørt eitt rørslutarn, eitt menningartarn ella eina aðra avbjóðing. Tað merkir, at tað eru uml. 100 kollfirðingar, sum eru í hesi støðu. 

Føroyar hava tikið undir við ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Og bara um vit øll taka ábyrgd av hesari avgerð landsstýrisins, kunnu vit liva upp til sáttmálan.

Vit hoyra mangan onkran siga, at eg haldi ikki at hon ella hann er før fyri at vera við. Tá síggja vit helst avbjóðingina úr einum skeivum sjónarhorni. Hyggja vit øðrvísi, síggja vit knappliga næstan og styrkir hennara ella hansara. Ein myndaframsýning við andlitsmyndum av føroyingum, sum bera brek eitur: “Broyt hvussu tú hyggur, og hygg hvussu tú broytist”. Tað er fantastiskt hvat kann henda, tá ið fordómar hvørva, og rúmligheit kemur í staðin. Tá síggja vit næstan. 

Fyri at lýsa fyri børnum – og eisini vaksnum – hvat tað merkir, hevur Megd skapt eina bamsu, sum eitur Lukka. Og í bókini Lukka fortelur hon um ST-sáttmálan.

“Ert tú komin at vitja Lukka? 

Soleiðis sigur omma altíð, við einum brosi, so ein muss og eitt klemm, og ein drekkamunn á borðið. Her merkir Lukka tað sama sum vælsignaður.

Lukka merkir eisini eydna.

Og Lukka eitir okkara fína bamsa. Lukka er hvørki genta ella drongur. Samansett av ymiskum litríkum mynstrum, og við tveimum oyrum, sum ikki eru eins. Tveir ymiskar armar og tvey ymisk bein hevur Lukka eisini, og sanniliga, um annað eygað ikki er ein knappur.

Lukka gleðir seg at hitta teg”. 

Hetta er inngangurin til bókina Lukka um ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek, og sum eg vóni, at vit øll fara at leggja okkum í geyma henda jólamánaðin – og allar dagar í árinum og árunum framyvir.

Eg fari at ynskja tykkum øllum í Kollafirði eini gleðilig jól. Og eitt av Harranum signað nýggjár.

Helena Dam á Neystabø,
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin