05. desembur 2019
Heimsmál, ST og umhvørvisstuðul
Hvørt ár veitir Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið taka støði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi. Í 2020 verða umsóknir til frama fyri “Lívfrøðiligum margfeldi” raðfestar framum aðrar umsóknir. 

Evnið fatar um alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar. Kommunan hevur  heimsmálini nr.14 og 15 í huga.

Mál 14: Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

Mál 15: Verja, endurbøta og virka fyri at 
jarðvistskipanir verða nýttar burðardygt, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan og steðga og venda landtýningum og steðga lívmargfeldismissi.

Les meira um heimsmálini HER 

Treytin fyri at fáa stuðul er, at tú býrt í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin er umhvørvinum í Tórshavnar kommunu at gagni.

Nøkur dømi um verkætlanir eru:

·Skeið ella verkstovur um djóralív ella náttúruvernd

·Velting ella fiskiskapur við umhugsni

·Tiltøk, ið stuðla varisligari tilfeingisframleiðslu og handfaring

·Kanna lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum

·Framleiða ymiskt upplýsandi tilfari


Tað mesta, ein verkætlan kann fáa í stuðli, er helmingurin av stuðulsupphæddini, sum er 250.000 krónur.

Til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum og einstaklingum at søkja um stuðul. Umsóknir verða at lata Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 15. mars 2020 og verða avgreiddar í sjálvgreiðsluni HER.

Stuðulin verður latin í Umhvørvisvikuni í viku 19.