05. desembur 2019
IRF og Tórshavnar kommuna savna tyrvingina í Kvívík
Málið hevur staðið á í 20 ár, og nú er tað loksins loyst. IRF og Tórshavnar kommuna eru farin saman um at savna rottangatøming, mold- og avgrevstur, øsku- og aðra evju í Kvívík.

Tórshavnar kommuna hevur arbeitt við at finna eina loysn á tyrvingini í nógv ár, tí komið er at teimum mørkum, at økið í Húsahaga ikki longur rúmar øllum tí, sum skal tyrvast.

Tí er tað ein stórur dagur, nú Kristina Roest, nevndarforkvinna í IRF, og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivaðu undir avtalu, sum bindur partarnar til at miðsavna tyrvingina fyri allar Føroyar í Kvívík.

Tyrvingarplássið í Húsahaga verður latið aftur, tá ið felags tyrvingarplássið í Kvívík letur upp.

Mynd: Kristina Roest, nevndarforkvinna í IRF, og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.