06. desembur 2019
Innskriving í forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla
Innskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar, forskúlar og frítíðarskúlar skúlaárið 2020/2021.

Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2014 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, kunnu nú skriva barnið/børnini inn.

Freistin at skriva seg inn er hósdagin 16. januar 2020.
Innskrivingin er talgild og er undir sjálvgreiðslu á torshavn.fo HER.

Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men um pláss ikki er fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er.

Tá ið innskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð frá skúlanum, har barn teirra skal í 1. flokk.

Forskúli
Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúla í Sankta Frans skúla, i forskúla í Skúlanum á Argjahamri ella í forskúla í Skúlanum á Fløtum, kunnu skriva tey inn á torshavn.fo 

Innskrivingarskjalið
Er okkurt viðvíkjandi innskrivingarskjalinum ber til at fáa vegleiðing á telefon 214140 ella 281123.

Meiri fæst at vita
Um innskrivingina í skúlunum ella á Mentamáladeildini, Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri í skúlamálum, telefon 302010/281123.