06. desember 2019
Skulu byggja tvær brennistøðir í Grønlandi
Í Grønlandi skulu nú byggjast tvær nýggjar orku- og brennistøðir, og í tí sambandi vitjaði Kim Kielsen, landsstýrisformaður, saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, Brennistøðina á Hjalla, har Annika Olsen, borgarstjóri, og John Erik Hansen, dagligur leiðari, tóku ímóti. John Erik Hansen greiddi frá virkseminum hjá Brennistøðini og samstarvinum við IRF. Aftaná fingu gestirnir høvið at seta honum og borgarstjóranum spurningar. Kim Kielsen var fegin um vitjanina og nevndi m.a., hvussu týdningarmikið tað var hjá teimum at fáa so mong góð hugskot sum gjørligt um umhvørvisrøkt og orkuútvinning, áðrenn arbeiðið í Grønlandi verður liðugtgjørt. Umstøðurnar líkjast, burtursæð frá ómetaligu frástøðuni millum búplássini í Grønlandi.

John Erik Hansen hevði framløgu fyri gestunum og vísti runt aftaná.