18. desember 2019
Undirskrivað sáttmála um Hans Andriasargøtu
Annika Olsen, borgarstjóri, Jákup Dam, formaður í tekninsku nevnd, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, undirskrivaðu í dag sáttmála um at gera lidna Hans Andriasar gøtu, sum er vegurin til nýggja skúlan á Fløtum.

Nýggi vegurin bindur saman Marknagilsvegin og Landavegin. Arbeiðstøkan hjá Articon umfatar eisini at liðugtgera ein part av Janusargøtu, og at planera fyri einum øki til eina bussendastøð til bussarnar, sum koyra har.
 
Samlaði kostnaðurin fyri hetta er 20,9 mió kr, íroknað hetta eru allar útreiðslur til eitt nú ferðsluljós á Landavegnum og Marknagilsvegnum, sum gøtuljósdeildin hjá kommununi fer at hava ábyrgdina av, projektleiðslu, tryggging o.a.
 
Við hesi loysn verður hildið, at atlit til ferðslutrygd, atkomuleiki og møguleikarnir fyri avaseting av børnum, serliga á morgni, eru optimalir.
 
Ætlanin er, at bilferðslan til skúlan á Fløtum verður frá Landavegnum. Til ber at venda runt í rundkoyringini við eystara enda á skúlanum og koyra út aftur á Landavegin, har vegamótið er signalregulerað.

Frá rundkoyringini niðan móti Marknagilsvegnum er ferðslan einsrættað, so at tey, sum skula á Marknagilsvegin, koyra beint fram, meðan tey, sum skula seta onkran av við Glasir, snara til høgru inn á Janusargøtu og haðani út á Marknagilsvegin.

Bussleiðin fer eisini at koyra til dyrnar og tveir busslummar verða við skúlan á Fløtum og ein við Glasir.
 
Gjørdar eru súkklubreytir í báðum síðum á Hans Andriasargøtu. Hetta merkir, at møguleikarnir at súkkla í skúla skuldu verið rættiliga góðir, gjørdar eru eisini súkklubreytir á ringvegnum, á Landavegnum, á Heygsvegnum og á Frælsinum.

Alt hetta er partur av ætlanunum hjá kommununi at betra um umstøðurnar hjá teimum súkklandi, og fer tað heilt víst at eggja fleiri at velja at súkkla í skúla. Við skúlan á Fløtum verða eisini gjørdir góðir súkkluskúrar.
 
Nógv er gjørt fyri at tryggja góðar avsetingarmøguleikar, um 30 avsetingarpláss eru fram við vegnum, har gott pláss er gjørt, fyri tryggja at næmingarnir ikki koma í bland við ferðsluna.
 
Vegagerðin verður so mikið liðug við skúlaársbyrjan 2020, at koyrandi verður til og frá skúlanum umvegis rundkoyringina til eystara enda á skúlanum, meðan koyrandi verður niðan eftir Hans Andriasargøtu til Janusargøtu og Marknagilsvegin tíðliga komandi heyst.

Øll verkætlanin verður liðug í síðsta lagi 1. desember komandi ár.
 
Seinasti parturin av vegaloysnini fyri Marknagil, sum er vegamótini millum Lanadvegin, Marknagilvegin og Velbasatðarvegin, verður gjørdur seinni.