20. desembur 2019
Talgild málmenning til børn
Alt byrjaði við eini hugskotskapping, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri um appir at stimbra máltøku og málmenning hjá heilt smáum børnum. 19 hugskot vóru við í kappingini, og vinnari gjørdist felagið Gaman við hugskotinum "Hey Breyð". 

Felagið hevur arbeitt við spælinum í hálvtannað ár. Og nú er spælið tøkt hjá øllum á App Store, Google Play og Amazon App Store fyri 35 kr.

Spælið mennir málið hjá teimum allarminstu, men eldri kunnu eisini vera við.

Bina og Broddi hava ein bóndagarð í Vakradali, og børnini læra tey fyrstu orðini gjøgnum rím og við at kanna alt tað, sum Bina og Broddi takast við.

Tá ið børnini nerta við ymisku lutirnar, hoyra tey, hvussu tað eitur, og tey eldru kunnu lesa orðini. Til ber at spæla umaftur og umaftur, og soleiðis kunnu børnini læra orðini ordiliga væl.

Í Gaman eru Julius Biskopstø, Marin Kamban, Hans Jacob Østerø, Elinborg Osvaldsdóttir, Jóhann Østerø, Páll Brim og Ólavur Ellefsen. Harumframt hava Sóley Biskopstø, Torkil Einarsson Kamban og Birna Einarsdóttir Kamban lagt røddir inn. Spælið verður framhaldandi ment og betrað.

--

Leinki:
App Store: https://apps.apple.com/sa/app/heybreyd/id1449597688
Google Play: https://play.google.com/store/apps/details?id=com.Gaman.Hey_Breyd
Amazon App Store: https://www.amazon.com/gp/product/B082VLFYXR
Gaman heimasíða: https://www.gaman.fo