20. desembur 2019
Fiskasykkið Yviri við Strond verður varðveitt og fríðkað
Tórshavnar kommuna fríðkar støðugt bygd og bý, o gnú verður farið undir at gera fiskastykkið Yviri við Strond atkomiligt og áhugavert fyri almenningin. Hetta er ein liður í ætlanunum um at varðveita og miðla søguligu slóðirnar, ið finnast fram við náttúruvakra strekkinum millum Boðanes og Skansan.

Í Føroyum hava vit, eins og grannalondini, turkað fisk í øldir. Orðið klippfiskur stavar frá norska orðinum klippe, og hellan við fiskastykkið hevur eisini verið nýtt til endamálið. Á økinum er sermerkt steinlaðing, ið mannahendur hava røkt varliga seinastu øldina ella so.

Virksemið Yviri við Strond byrjaði helst seint í 1920’unum. Johannes M. Jacobsen, vanliga nenvdur Johannes í Stórustovu, stóð fyri arbeiðinum, umboðandi fyritøkuna Trueba y Pardo, ið útflutti klippfisk til spanska marknaðin. Pakkhúsbygningur varð seinni reistur av avleidda virkseminum. 

Í dag húsast feløgini Føroya Ellisakfør og Føroyskir Radioamatørar í hesum sama bygningi, sum tó er nógv umvældur.

Spanska borgarakríggi í 1936 hevði við sær, at útflutningurin hjá Johannes í Stórustovu helt uppat. Hóast fiskastykkið var í brúk í lutfalsliga stutta tíð, er talan um tað seinasta av sínum slagi í Havn, har upprunaliga støddin er varðveitt.

Ætlanin er nú at skipa økið soleiðis, at tað bæði verður áhugavert og atkomuligt fyri almenningin at vitja.

Fyrsta liðið í verkætlanini er at rudda og taka burtur gróður á økinum. Hetta arbeiðið hevur Havin Sp/f gjørt, og er rúgvismikli gróðurin ímillum steinsetingina nú tikin burtur.

Næsta stigið er, at umlaðingar skulu gerast í støðum, gøta skal byggjast, umframt at ein skurður verður í lendið, soleiðis at vitjandi kunnu uppliva tilfarið og skilja søguna á ein serstakan hátt. EYA arkitektur – design er ráðgevi, og arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við Tjóðsavnið.