20. desembur 2019
Ann, Annika, Inga og Joan eru eindarleiðarar
Tórshavnar býráð samtykti fyrr í ár at skipa kommunala dagstovnaøkið í fýra eindir við hvør sínum eindarleiðara undir Barna- og ungdómsdeildini, sum hevur ábyrgd av øllum námsfrøðiligu tilboðunum sambært dagstovnalógini. 

Kommunan hevur lýst eftir fýra eindarleiðarum og 10 umsóknir komu inn.
 
Kommunan hevur samsvarandi tilmælinum frá setanarbólkinum sett Ann Hansen, Anniku Wenningsted Jacobsen, Ingu Bogadóttir Støylen og Joan Oskarsdóttir Simonsen í størvini.

Ann Hansen er útbúgving námsfrøðingur við ymsum eftirútbúgvingum innan leiðslu og fyrisiting og starvast í dag sum leiðari í Frítíðarskúlanum á Argjahamri.

Annika Wenningsted Jacobsen er útbúgvin námsfrøðingur við diplomútbúgving í leiðslu og starvast í dag sum leiðari í Dagstovninum á Hamrinum. 

Inga Bogadóttir Støylen er útbúgvin cand.pæd.pæd.psyk og leiðir í dag førleikastovuna í Skúlanum á Fløtum. 

Joan Oskarsdóttir Simonsen er útbúgvin námsfrøðingur við ymsum eftirútbúgvingum innan leiðslu og starvast í dag sum leiðari í Dagstovninum Birkilund. 

Tær fýra eindirnar verða javnt stórar og hava sama virksemi, t.v.s. dagstovna-, frítíðarskúla- og ungdómsklubbavirksemi. Einstaki eindarleiðarin fær sostatt ábyrgd av ml. 9-10 stovnsleiðarum og stovnum, ið fevna um uml. 175 starvsfólk og umleið 750 børn og ung. Játtanin til hvørja eind er umleið kr. 40 mió.

Tær taka við starvinum 1. februar 2020.