23. desembur 2019
Tórshavnar kommuna fingið rokningaportal
Kommunan avgreiðir nógvar túsund rokningar frá veitarum um árið. Í dag móttekur kommunan tær allarflestu rokningarnar í teldutøkum skapi, men enn verða nakrar rokningar sendar í pappírsskapi ella í vanligum telduposti. 

Fyri at skipa hetta slagi av rokningum betur, verður farið yvir til at brúka ein rokningaportal. Slóð og vegleiðing til nýtslu av rokningaportalinum sæst her: https://rokning.torshavn.fo/invoicetk/. 

Tað er ætlanin, at pappírs- og teldupostarokningar frameftir einans verða móttiknar umvegis rokningaportalin. Til ber at leggja uppruna rokningina við sum hjálagt skjal, eftir at nakrir grundleggjandi og kravdir teigar eru útfyltir.

Vegleiðingin til roknskaparportalin sæst HER