06. januar 2020
Heilsuhjálparar eiga at fáa løn undir útbúgving
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, skrivar í grein í dag, at útbúgvingarleisturin eigur at verða broyttur frá verandi skipan, har heilsuhjálparanæmingar fáa studning, til eina skipan við løn undir útbúgving.

Sum borgarstjóri í landsins størstu kommunu taki eg fult undir við hesum sjónarmiði. Støðan í Tórshavnar kommunu er alt annað enn nøktandi. Av okkara 208 heilsuhjálparunum er tað bert helmingurin, ið hevur fakliga bakgrund. Samstundis er meðalaldurin høgur.

Sum skilst er tað hvørki tað geografiska ella útbúgvingarliga, sum er stóri trupulleikin, men meira fíggjarligi parturin, so er tað í tøkum tíma, at vit broyta skipanina eins og grannalondini - frá studningi til løn undir útbúgving. So kunnu vit heldur knýta fólk at ávísum stovnum í ávísa tíð eftir avtalu.

Her má okkurt henda beinanvegin. Tórshavnar kommuna hevur játtað tríggjar miljónir eyka til meirnormeringar í ár, men tað hjálpir lítið, um tilgongdin av starvsfólki steðgar upp.

Mary Antonsdóttir skrivar, at tá tey høvdu fund við politisku umboðini í samband við løgtingsvalið í summar, tá vóru øll samd um, at nakað má gerast, og tí undrar tað tey, at ongin av hesum røddum eru at hoyra, nú valið er av.

Eg kann upplýsa, at eg beint fyri jól hevði ein sera góðan fund við Jenis av Rana, landsstýrismann. Eg havi stórar vónir um, at okkurt hendir rættiliga skjótt. Og eg eri púra samd við felagið um, at vit eiga at kanna, um til ber at umleggja alla skipanina frá studningi og til at landið og kommunurnar fíggja eina skipan við løn undir útbúgving ístaðin.

Annika Olsen,
borgarstjóri