14. januar 2020
Ninna - lívsvilji í serflokki
Segði Bergun Kass, sum vegna Tórshavnar kommunu helt røðu á Ellisheiminum, tá 100 ára dagurin hjá Nicolinu Matildu Poulsen, vanliga nevnd Ninna, varð hildin. Bergun segði m.a.:

Hjartaliga tillukku við hundrað ára degnum og tøkk fyri høvið at vera við í hesari hugnaligu samveruni, nú um jólini.

Eg kenni tygum ikki persónliga, men havi fingið fortalt um tygara uppvøkstur í Fuglafirði, tygara tíð í Danmark og tygara tíð her í Havnini.

Tá ið vit steðga á við rundar føðingardagar hjá gomlum fólki, hoyra vit ofta um, at barnaárini hava verið merkt av einumhvørjum, sum vit ikki síggja eins nógv til í dag. Millum annað hetta, at missa mammuna, sum tygum gjørdu sum ellivu ára gomul.

Og líka so lítið, sum steðgað varð á tá í tíðini, líka lítið steðga vit á at umrøða, hvat hetta hevur gjørt við okkum sum fólk og tykkum sum børn, at so nógv av tykkum vóru faðir- og móðurleys, og at lítil børn hava verið í slíkari sorg.
Tí tað verður sagt, at tað at missa foreldur setir spor gjøgnum alt lívið, og kann eg í hesum sambandi leggja afturat, at eg havi samkenslu við tykkum, sum skuldu og skula ígjøgnum slíkt í barnaárunum.

Men eg síggi eisini, at fólk komu at hjálpa tykkum, sum var so vanligt tá í tíðini, og at lýsingin av pápa tygara, sum var um tykkum aftaná, er sera góð.
At hann var trúgvandi, stillførur og tiltikin hittinorðaður maður. Og av hesum orðum meti eg hann sum ein skilamann, gløggan og vísan.

Og tí hevur tú, Ninna, mangan sagt, at tykkum einki manglaðu sum børn. Tit høvdu bát, neyst, seyð, hønur, kúgv í kjallaranum og orgul í stovuni.

Sum sagt fóru tygum eitt tíðarskeið til Danmarkar, og aftur her, 4 1/2 ár burturi, uttan at vitja heim í tíðarskeiðinum. Jú, soleiðis vóru treytirnar, einki serligt samband, einki tilboð við flúgvara og ikki heldur telefon, skype ella facebook, sum vit kenna tað í dag.

Tygum hava sagt, at tygum longdist heim til jóla. Sum eisini tá var ein tíð, har nakað serligt varð gjørt burturúr, soleiðis at familjan kundi steðga á og njóta tíðina saman. Eisini tá tekin um góð familjubond, sum hava ført til longsul og heimlongsul, serliga á jólum.

Sum nítjan ára gomul komst tú, Ninna, heim aftur til Føroya, og havi eg roknað rætt, so hevur tað verið síðsta ‘útkall’, tí hetta hevur verið í 1938 og í 39 brast seinni heimsbardagi á, og teir føroyingar, ið tá vóru í Danmark, vóru noyddir at verða har alt tíðarskeiðið, ja, líka til 1945.

Og soleiðis er við øllum, at lagnurnar speisemi flutti tygum heim til havnamannin, sum tygum seinni giftist við.

Og vit kunnu siga, at Jens Poulsen, sum bleiv maður tygara, var heppin at fáa fatur á so raskari og fittari konu, tí hetta var eisini tíðin tá ungu damurnar fjeppaðust í herðmonnunum í uniformi, og havnaunglingar mangan vóru í undirluta, og helst mettir meira heimføðisligir og bygdasligir, ella minni fínir.

Alt hetta hava tygum, Ninna, upplivað og tað fækkast við fólki okkara millum, ið kann hugleiða, fortelja og greiða frá um tíðina í Føroyum hetta tíðarskeiðið. Vóni at tygara søga er á lívi onkunstaðir millum tykkara og at til ber at fáa fatur á meira.

Eisini er býurin nógv broyttur hesi hundrað árini, og sjálv haldi eg, at tað ikki bara er til tað betra.
Tað vóru tíðarskeið, tá fólk ikki hava verið so tilvitað ella upptikin av at varðveita tað gamla, og at tað hevur verið ov lætt bara at rivið niður og bygt nýtt ístaðin.

Haldi, at vit harmast nógv av hesum, tá vit síggja gamlar myndir og verða mint á, hvussu hugnaligt og fjálgt eisini, tað gamla var.

Okkum dámar so væl tað gamla og eg rokni við, at tað er tí, at samfelagsliga broytingin hevur gingið so skjótt. Fleiri av okkum, eisini eg sjálv, minnast fleiri av gomlu húsunum í miðbýnum, millum annað forrætningina hjá Hans Joensen og handilin hjá Karl F. Hetta átti at verið varðveitt.

Forrætningslívið var eisini øðrvísi tá og um um handilin hjá Heina, sum seinni yvirtók Karl F, stendur at lesa, at pápin Karl, seinnu árini mest hevði til uppgávu at práta við fólk.

Hann var lamin og fekk ikki gjørt so nógv likamligt arbeiði, men at práta við fólk var ein partur av arbeiðinum, sum hann gjørdi nógv av. Fólk komu ikki bara inn at keypa, tey komu inn til ein prát, greiðir Johan Norðfoss frá í einum tíðarriti.

Víðari sigur hann, at tey plagdu at spyrja konu Hans Joensen, hví hon keypti frá Karl og Heina, tá tey sjálvi høvdu forrætning, og hon skuldi svara, at tey kláraðu seg og Karl skuldi eisini liva.

Hetta lýsir eisini tíðina og samanhaldið, vælvildina mótvegis øðrum og eitt brøðralag, sum eg haldi, vit kundu lært nógv av í dag. Hetta hevur verið, tá ið tygum, Ninna, hava verið í ‘velmaktini’.

Tann góða sendingin, Matador, er aftur at síggja í donskum sjónvarpi og okkum dámar at síggja hana aftur og aftur. Hetta er eisini úr tygara tíð, Ninna. Krígsárini í Korsbæk.

Og ein kann siga, at hóast sama tíðarskeiði, so var Korsbæk meira nýmótans enn Havnin, við restauratiónum og Postgården og fleiri forættningum. Børnini gingu til ballett og frúurnar gingu húsanna millum – og vístu seg í flottum frakkum. Soleiðis var tað ikki í Havnini tá.

Men nú er flott í Havn. Matstovur á hvørjum horni. Frúur í frakkum. Hotellini stinga seg upp sum hundalond og Havnin fær meira og meira altjóða dám.

Samstundis sum okkum leingist eftir tí tíðini, ella eg kann tosa fyri meg sjálva, tá alt var meira friðarligt og vit høvdu brúk fyri tí stilla, fyri hvørjum øðrum og tíðini, tá vit komu hvørjum øðrum við, heldur enn at leita eftir altjóða viðurskiftum, nýggjum tingum og nýggjum ‘upplivingum’ fyri okkum sjálvi, alla tíðina.

Soleiðis er við øllum, at stigini fram eisini taka okkurt frá okkum.

Nú runda tygum tey hundrað, Ninna, og tað er ikki komið av ongum, at tygum røkka so høgan aldur. Vit hava hoyrt um tygara virkna lív, bæði sum kona, mamma og omma. Eisini hava tygum verið virkin í fimleiki, á fjallatúrum, á uttanlandsferðum eins og partur av morgunfrúunum í svimjihylinum.
Nei, tað var ikki gamalt at loypa av hægstu vippu og ferðast til Spania, tá ein var yvir hálvfems.

Hetta eru tekin um eitt áræði, eina lívsnjótan og lívsvilja í serflokki, og sum tykist at hava myndað tygum og tygara lív og lagt afturat tygara lívsteini.

Góða Ninna. Vegna meg sjálva og vegna Tórshavnar kommunu, vil eg ynskja tygum og tygara so hjartaliga tillukku við stóra degnum, blíðan byr og Harrans signing.

Sí fleiri myndir á síðuni hjá Tórshavnar kommunu á Facebook