15. januar 2020
Forskúli og frítíðarskúli á Fløtum
Í nýggja Skúlanum og Frítíðarskúlanum á Fløtum verður forskúli og frítíðarskúli til forskúlan. Pláss er fyri 72 børnum, innskrivingin er á torshavn.fo her, og freistin fyri innskriving er hósdagin 16. januar 2020.

Gerandisdagurin í forskúlanum er skipaður í samstarvi millum námsfrøðingar og lærarar, har leikur og læra eru týðandi partar av læringini. Arbeitt verður við málmenning, rørslu, sosialum førleikum, børnini læra týdningin av at samstarva, tey læra um náttúruna og verða eggjað til at arbeiða við handaligum og listarligum evnum.

Í forskúlanum verður fakliga bygt víðari á teir lunnar, sum eru lagdir heima og á dagstovni, og undirvísing og leikur taka støði í og menna førleikar, vitan og royndir, sum børnini hava ognað sær heima, á dagstovni og í frítíð. Dentur verður lagdur á, at samanhangur er í skiftinum frá heimi ella dagstovni til skúla og millum forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla.

Forskúli og frítíðarskúli skulu í størri mun renna saman, soleiðis at fyri barnið og foreldrini skulu forskúla- og frítíðarskúlatilboðið kennast sum eitt og sama tilboð.
Í frítíðarskúlanum verður stórur dentur lagdur á, at skiftið frá skúla til frítíðarskúla er trygt og gott. 

Virksemið tekur støði í, at tíðin aftaná skúlatíð er frítíðin hjá børnunum, og at tey í stóran mun sjálvi skulu seta sín dám á innihaldið í degnum. Frítíðarskúlin bjóðar nógv ymiskt mennandi ítriv úti og inni, og dentur er ofta lagdur á at hava rørsluligt og sosialt virksemi, har børnini menna síni vinaløg og styrkja um sínar persónligu og sosialu førleikar í einum virknum felagsskapi.

Vilt tú vita meira um námsfrøðiliga tilboðið á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu, kanst tú lesa meira HER.