17. januar 2020
Frá petroleum til LED
Frá petroleumslampum til LED. Og frá Stóra Dammi til sóttreinsað kranavatn, sum er reinari enn fløskuvatn. Tað kundi verið yvirskriftin yvir virkseminum hjá deildini, sum umsitur vatn og ljós í Tórshavnar kommunu.

Í gjár var borgarstjórin á kunnandi vitjan á Vatn- og gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu saman við parti av umsitingini. Deildin heldur til í Tórfinsgøtu. Vatn- og gøtuljósdeildin hjá Tórshavnar kommunu er sera vælumtókt millum havnarborgarar. Ein nøgdsemiskanning vísti enntá, at fleiri enn 70% av havnarborgarum eru nøgdir ella sera væl nøgdir við gøtuljóstænastuna, meginparturin av restini vóru meðalvælnøgd.

Deildin er kend fyri at svara beinanvegin og at loysa trupulleikar beinanvegin, uttan mun til veður og vind og klokkutíðir. Á vatnverkinum starvast níggju menn, vatnmeistari, fýra hondverkarar og fýra arbeiðsmenn. Á gøtuljósdeildini starvast 6 menn, ein leiðari, ein arbeiðsformaður, tveir elektrikkarar og tveir arbeiðsmenn. Og í kommununi eru áleið 8.500 gøtuljós.

Høvuðsarbeiðið á báðum deildum er viðlíkahald av verandi vatn- og gøtuljóskervi, umframt nýgerð í sambandi við útstykkingar, og at skifta eldri gøtulyktir til nýggj orkusparandi LED ljós. Hetta seinasta arbeiðið tekur nógva tíð – men herfyri vórðu øll gomlu ljósini í Kaldbak skift út við LED-perur, og kanningar vísa, at nýtslan er farin niður í ein triðing.

Stutt um gøtuljósini

20 petroleumslampur vórðu settar upp í Havn í 1872. Í 1903 vóru ikki færri enn 52 lyktir í Havn – hesar vórðu nýttar líka til ravmagn kom í 1921. Hesi fyrstu gøtuljósini vórðu sett upp ymsastaðni í býnum og Poul á Jaðri, sum tá var skortsteinsreinsari, varð settur sum lyktapassari. Sonur hansara Nicodemus varð settur vektari í 1901, hann skuldi, umframt at tendra og sløkkja gøtuljósini, ansa eftir, at alt var sum tað átti at vera, tá myrkrið legði seg yvir Havnina.

Í 1918 var Sámal í Gong settur vektari. Men tá ravmagn kom var ikki neyðugt at tendra og sløkkja petroleumslyktirnar – men av tí, at gøtuljósini vórðu sløkt klokkan 02, so var framvegis neyðugt at hava ein vaktarmann gangandi í býnum. Hetta helt fram til 1924, tá býráðið samtykti, at gøtuljósini skuldu lýsa alla náttina.

Hesi fyrstu gøtuljósini mugu hava havt stóra ávirkan á fólk, tí tað var nakað, mann prátaði um. I. P. Gregoriussen nevnir tær í vísuni Gentukæti – “Til Havnar vit fara”, har hann yrkir soleiðis:

So lið um lið vit fara ígjøgnum býin tá,
har lyktirnar tær lýsa í myrkastu vrá;
«butikkirnar» um kvøldarnar tær lýsa sum sól,
í mínum hjarta er tað, sum altíð tað var jól.


Reina vatnið í Havn

Í dag fáa havnarborgarar sóttreinsað vatn. Hetta vatn skal hava eina ávísa dygd. Til tess at tryggja vatndygdina verða kanningar javnan gjørdar og úrslitini kunnu altíð lesast á heimasíðu kommununar. Her koma eisini kókitilmæli og aðrar viðkomandi upplýsingar, t.d. hvar ringjast kann, tá ið ólag er.

Kommunala vatnveitingin í Havn er frá 1898. Drekkivatnið kom upprunaliga bara úr Havnará, Stóri Dammur lá á leið har, sum Rasmus Effersøe í dag stendur og hyggur út yvir Vaglið. Klæðini vórðu eisini vaskað í ánni, vanligt var at vaska útfyri har, sum Hafnia er í dag. Bassengið Undir Gráasteini - har sum ellisakførini halda til í dag - varð bygt undir seinna kríggi, og tað varð brúkt líka til vatnverkið í Villingardali varð tikið í nýtslu í 1988. Áðrenn vatnveitingin í Villingardali varð bygd, kom tað nógva vatnið úr Havnardali.

Fyrsta vatnreinsiverkið kom í Havnardali í 1966. Tað varð eitt øgiligt trýst lagt á kommununa um at reinsa vatnið, tí ikki bara var ovlítið av vatni, men tað var eisini rættuliga skitið til tíðir. Hesa tíðina royndi ein stórur russiskur sildarfloti við Føroyar, og sagt varð, at hvørja ferð skipini tóku vatn á Havnini, so misti allur ovari parturin av býnum vatnið. Hetta førdi so m.a. til, at nakrar mammur møttu á býráðsskrivstovuni í Arnes Minde og løgdu eitt knýti av óvaskaðum blæum á borðið hjá Sigfried Skaale, sum tá var borgarstjóri. Tá kom glið á vatnútbyggingina!

Í dag eru fólk meira tilvitað um dygdina á vatninum. Vatnið skal vera klárt og reint, bæði kemiskt og bakteriologiskt. Í Villingadali er ein byrging, sum tekur á leið 550.000 tons av vatni. Vatnið rennir inn á verkið og fer fyrst ígjøgnum sandfiltur, síðan verður tað strálað við UV-ljósi, sum drepir bakteriur. Síðan verður kálk tilsett fyri at hækka ph-virðið, tí regnvatnið ger vatnið nakað súrt, eins og basiska vatnið við ph-virði á 7,8 er betur, bæði fyri heilsu og rørleiðing. So er klárt hjá havnarborgarum at drekka.

Árliga vatnnýtslan í Tórshavnar kommununi er á leið 5 miljónir tons, har sjálv Havnin, t.v.s. vatn úr Villingadali og Havnardali, brúkar á leið 3,4 miljónir tons. Kranavatn – í skemti kallað aqua communalis - er bakteriufrítt. Og nógv meina, at tað er betur at drekka kranavatn enn at keypa vatn í fløsku.

---

Í gjár varð eisini tosað um framtíðarrútlitini, umlegging av allari kommununi til LED og m.a. hækking av byrgingini í Villingardali, nú skjótt farið verður undir eina sera stóra býarøking við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum.

Fleiri myndir eru á síðu okkara á Facebook