21. januar 2020
Stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn
Til ber nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk,
Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum í mai mánaði,
og tá verður avgerð tikin um, hvør fær stuðul.

Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin,
hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan,
undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina
millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir
býir taka lut, hava fyrimun.

Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma
undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við
frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðu
kommununnar www.torshavn.fo. 

Tað er umráðandi, at umsóknarblaðið
verður nýtt, tá ið søkt verður, og at svarað verður so gjølla, sum til ber.
Meiri fæst at vita við at venda sær til stjórnarskrivara, á telefon
302010.

Umsókn merkt „Vestnordisk hovedstadsfond – Nuuk, Reykjavík,
Tórshavn“ eigur at verða send til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin
1. apríl 2020.