24. januar 2020
Stórar ætlanir fyri súkklur í Havnini
Hvussu kann Tórshavnar kommuna gerast ein góður súkklubýur?

Henda spurning setti byggi- og býarskipanarnevndin sær í fjør og samtykti síðani at leggja eina ætlan fyri, hvussu súkkling kann verða ment í kommununi. Marin Katrina Frýdal er forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.

- Havnin er ein vælegnað at súkkla í, fjarstøðan er stutt og veðrið lýtt. Regn og vindur eru ikki longur nøkur forðing, nú so góð og vælegnaði klæðir og útgerð er at fáa. Og súkklurnar eru vorðnar so sera góðar til nógvu brekkurnar, og harafturat eru væl umtóktu el-súkklurnar komnar, sigur forkvinnan í byggi- og býarskipanardeildini.

Tað skal vera lætt, lokkandi og trygt at velja súkkluna fram um aðrar flutningsmøguleikar, og tí skulu umstøður teirra súkklandi eisini betrast.

Tí er ein mió. kr. sett av á íløguætlanini í ár, og síðani tvær mió. kr. um árið á langtíðar íløguætlanini. Árið 2020 er kosið súkkluár, og umstøðurnar at súkkla skulu betrast og gerast tryggari.

- Súkkling virkar fyri minni CO2 útláti og fyri betri fólkaheilsu, ið eisini eru partar av heimsmálunum. At súkkla er ein sunnur og góður háttur at flyta seg, sum virkar fyri lættari flytføri, ger tað skjótari at koma fram, fremur betri heilsu og reinari umhvørvi, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanardeildini.

Ætlanin er at gera fleiri átøk, sum betra um súkkluleiðir, umstøðurnar fyri súkkluparkering við hentleikum sum luft, skrúvulyklum v.m. Allir kantar á gongu/súkklubreytum fáa eisini skráar, har súkklur skulu koyra um. Og súkklur skulu sleppa í bussarnar ávísar tíðir á degnum. Hetta og nógv annað er liður í arbeiðinum at gera Tórshavnar kommunu til eina kommunu við alsamt betri umstøðum hjá teimum súkklandi.

Málið kemur fyri býráðið hóskvøldið 30. januar.