27. januar 2020
Bylgjubrótari til bátahylin við Sjógv
Tað hevur verið eitt ynski frá bátaeigarum, sum hava bátar í bátahylinum við Sjógv í Kollafirði, at fáa vart innsiglingina móti vindi av útsynningi og vestri.

Tað eru 64 bátapláss í bátahylinum. Í 2016 blivu nýggjar bátabrúgvar við tilhoyrandi bátabummum lagdar út í bátahylin. Útsynningur og vestan liggur rættuliga tráur inn í innsiglingina og ger, at tað blívur óslætt í pørtum av bátahylinum.

Í fíggjarætlanini fyri 2020 eru avsettar 1,6 mió kr til bylgjubrótara í Kollafirði. Tað eru tveir møguleikar at verja innsiglingina móti vindi, sum kemur út eftir fjørðinum, annar er grótkast og hin er ein flótandi bylgjubrótari.

Metingar av kostnaðinum vísa, at eitt 60 m langt grótkast kostar 3.1 mió., meðan ein tilsvarandi langur flótandi bylgjubrótari kostar 1,6 mió. Tilmælið er tí, at tá býráðið hevur avgjørt at seta 1,6 mió av til verkætlanina, so verður mælt til at leggja út 60 m av flótandi bylgjubrótara.

Bæði vinnu- og fíggjarnevdnin hava samtykt at taka undir við tilmælinum, sum kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.