27. januar 2020
HOYRINGSFUNDUR UM FRÍTÍÐAR- OG ÍTRÓTTAPOLITIKK
Tórshavnar kommuna stendur í vøkstri. Fólkatalið økist og eftirspurningurin eftir karmum, hentleikum og samstarvi við kommununa innan frítíðarvirksemi og ítrótt er í støðugum vøkstri. Bæði í mun til fjølbroytt altjóða virksemi, og at borgarar hava góðar virkisumstøður á tí støði, ið hóskar til teirra.

Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at arbeiða við einum yvirskipaðum politikki fyri, hvussu økið skal umsitast framyvir. Partur av hesum er eisini stuðulsskipanir á økinum, umframt hvønn leiklut kommunan skal hava, serliga viðvíkjandi trivnaðinum hjá børnum og ungum og samstarv við feløgini tí viðvíkjandi.

Frítíðar- og ítróttarvirksemi hevur farnu árini fylt nógv í íløgujáttanini og í býarskipanarligu planleggingini. Umframt yvirskipaðan ítróttapolitikk er eisini ætlanin at gera uppskot til ítøkiligar ætlanir við støði í politikkinum bæði stutttíðar og langtíðar.

Frítíðar- og ítróttapolitikkurin fer at lýsa økið, og lagt verður upp til eina endurskoðan av verandi stuðulsskipanum. Politikkurin fer at seta miðvísar ætlanir við uppskotum um ítøkilig átøk, so kommunan komandi árini kann geva verandi og vónandi nýggjum frítíðar- og ítróttatilboðum góðar umstøður. Ítøkilig hugskot um hetta eru vælkomin!

Tórshavnar kommuna bjóðar tí til hoyringsfund fyri sersambondum mánadagin 3. februar kl. 16.30 - 18.00, og fyri frítíðarfeløgum, ið ikki eru ítróttafeløg, mánadagin 3. februar kl. 18:15-19:45. Fundirnir eru í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu.
Hoyringsfundur fyri ítróttafeløg verður í Auluni í Finsen týsdagin 4. februar kl. 16:30-18.

Greitt verður frá høvuðspunktum og ætlanum í politikkinum og høvi verður givið til kjak. Øll eru vælkomin! Drekkamuður verður at fáa.

Skrivligt uppskot til orðaðan frítíðar- og ítróttapolitikk fer ætlandi til hoyringar í mars.

Eisini verður høvið at gera skrivligar viðmerkingar til hoyringsfundin. Hesar skulu sendast til torshavn@torshavn.fo

Eru spurningar viðvíkjandi frítíðar- og ítróttapolitikkinum ella fundinum ber til at venda sær til Ingibjørg Petersen, fulltrúa, tlf. 30 21 21, ingibjorgp@torshavn.fo, ella Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðara, sigurd@torshavn.fo