27. januar 2020
Arctic Mayors’ Forum verður í Havn
Felagsskapurin fyri borgarstjórar í arktisku londunum hevur á fundi í Tromsø viðgjørt felags áhugamál, sum býir í Arktiska økinum hava. Annika Olsen, borgarstjóri í 

Tórshavnar kommuna, var við á fundinum, har avgerð eisini bleiv tikin um, at næsta tiltakið og fundurin hjá Arctic Mayors’ Forum verður í Havn.



Borgarstjórar úr øllum 9 londunum í Arktis koma til Havnar hósdagin 8. oktobur 2020. Talan er um borgarstjórar úr USA, Kanada, Russlandi, Grønlandi, Noregi, Íslandi, Finnlandi, Svøríki umframt Tórshavn.

- Føroyar eru nú veruliga við í arktiskum samanhangi við sjálvstøðugari rødd. Her eru 16 borgarstjórar úr øllum londunum í Arktis. Tað hevur stóran týdning, at fundurin verður í Føroyum fyri at varpa ljós á, hvat Havnin er, og Føroyar eru. Hetta er eitt gylt høvi hjá okkum at vísa á møguleikarnar, sum vit hava at bjóða, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.


Ein stórur kinesiskur miðil ger samrøðu við borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Anniku Olsen.

Arktisk Mayors’ Forum er lokala røddin í arktiskum politikki. Arbeitt verður við at fáa Arctic Mayors’ Forum eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum til tess at fáa lokala atlitið við í framtíðina í Arktis. Hetta verður eitt av málunum á skrá, tá ið borgarstjórar úr arktisku londunum hittast í Havn til heystar.