28. januar 2020
Vetrarljós leygardagin 1. februar í Havn
Vetrarljós 2020 verður leygardagin 1. februar í Havn. Tiltakið er eitt samstarv ímillum Visit Tórshavn, Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum. Hetta verður 7. árið á rað, at Vetrarljós verður hildið í Tórshavn.

Vetrarljós er eitt ókeypis tiltak, har vit gleðast um at myrka tíðin er við at fara aftur um bak og at ljósari tíðir eru á gáttini. Vit hátíðarhalda hetta og bjóða ljósari tíðunum vælkomnum við livandi tónleiki, ljós list, framsýningum og øðrum tiltøkum ymsastaðni í býnum.

Sum nakað nýtt í 2020, fara vit at leggja stóran dent á bergtakandi ljóslist, og somuleiðis fara tað eisini at vera nógvar góðar konsertir í býnum og onnur tiltøk.

Les skránna HER