28. januar 2020
Annika: Undirstøðukervið ger okkum rík
Hetta var boðskapurin hjá Anniku Olsen, tá ið hon í samrøðu við Stephen Sackur, vertur í HARDtalk á BBC, greiddi frá um vinnumøguleikar í Arktis.

Í samrøðuni, sum gekk fyri seg framman fyri 800 áhoyrarum í stóra salinum á ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø, vísti borgarstjórin í Tórshavnar kommuna á ta stóru framgongd, ið hevur verið í Føroyum seinastu árini.



Annika Olsen nýtti høvi at vísa á, at Føroyar eru náttúruliga portrið til Arktis, og at Havnin og Føroyar leggja alstóran dent á eitt gott undirstøðugkervi. Tórshavnar havn verður bygd út, nýggj gistingarhús eru ávegis, fleiri beinleiðis flogvegis sambond eru út í heim, og fjarskiftið er sera gott.

Vertur í HARDtalk var hugtikin av tí vøkstri, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini, og Annika Olsen vísti á, at grundarlagið fyri vøkstrinum og vælferðini er sambandið millum oyggjarnar og út í heim.



Nomið varð eisini við Føroyar, sum ein grøn tjóð í Arktis, har SEV eisini hevur sett sær sum mál, at øll orka frá ravmagni kemur frá varandi orkukeldum í 2030.

- Nú øll eygu eru vend ímóti arktiska økinum og veðurlagsbroytingunum, sum henda her, og við teimum møguleikum og avbjóðingum, sum eru, er tað avgerandi, at arktisku londini vísa á grønar loysnir. Her eru Føroyar ein upplagdur møguleiki fyri at royna nýggja grøna tøkni. Málið hjá okkum er, at Føroyar gerast tað grønasta landið í Arktis, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Arctic Mayors’ Forum verður í Havn í oktobur 2020, og tá fara borgarstjórar úr býum í øllum arktisku londunum at umrøða felags avbjóðingar og møguleikar í arktiska økinum.