28. januar 2020
Frítíðar- og ítróttapolitikkur fyri býráðið hóskvøldið
Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur avgjørt at arbeiða við einum yvirskipaðum politikki fyri, hvussu økið skal umsitast framyvir. Partur av hesum er eisini stuðulsskipanir á økinum, umframt hvønn leiklut kommunan skal hava serliga viðvíkjandi trivnaðinum hjá børnum og ungum og samstarvi við feløgini tí viðvíkjandi.

Tað hevur stóran týdning at kommunan setir greið mál fyri, hvussu vit best stuðla undir einum vælvirkandi ítróttar- og frítíðarlívi, ið skal koma øllum borgarum í kommununi til gagns, sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini.

Frítíðar- og ítróttapolitikkurin fer at lýsa økið, og lagt verður m.a. upp til eina endurskoðan av verandi stuðulsskipanum. Politikkurin fer at seta miðvísar ætlanir við uppskotum um ítøkilig átøk, so kommunan komandi árini kann geva verandi og vónandi nýggjum frítíðar- og ítróttatilboðum góðar umstøður til gagn fyri okkum øll í kommununi.

Sum liður í hesi tilgongdini, skal býráðið hóskvøldið taka støðu til, um at betra um fíggjarligu fyritreytirnar hjá feløgunum, ið virka í ymsu hallunum í kommununi og gera, at tey ikki longur skulu rinda fyri nýtslu av teimum til venjingar, eins og tey higartil hava gjørt ein part av árinum.

Í komandi viku vera hoyringsfundir fyri frítíðarfeløgum, ítróttafeløgum og sersambondum, har tey fáa høvi til at geva sítt íkast til ein komandi frítíðar- og ítróttapolitikk.