03. februar 2020
Lítliskógur 30 og Estrid 30 ára starvsdag
Dagstovnurin Lítliskógur heldur í dag 30 ára stovningardag. Stovnurin er bæði kendur og vælumtóktur og liggur væl fyri, stutt frá fríøki, fótbóltsvølli, Hoyvíkstjørn og fjøruni úti við Strond, er hartil fjølbroyttur, og her hevur altíð verið rúmd fyri øðrum tiltøkum, t.d. felags virksemi sum jólahaldi, sangløtum og føðingardøgum.

Sí fleiri myndir á Facebook.

Borgarstjórin vitjaði í dag og nevndi, at tað er nú einaferð soleiðis, at tá ein stovnur verður eldri, so eldast starvsfólkini eisini, hóast mann ikki hugsar um tað í gerandisdegnum. Og tá stovnurin fyllir 30 ár - og Estrid Jacobsen hevur verið við allan vegin, so merkir tað sjálvsagt eisini, at hon hevur 30 ára starvsdag. Og tað má feirast, segði Annika Olsen.

- Vit hava samfelt fingið at vita frá bæði starvsfólkum, foreldrum og børnum, at tey øll trívast saman við tær – og tey eru øll líka góð við teg. Mest tí tú ert rólig, friðarlig og dugnalig. Men eisini tí tú gert tað mesta í tí stilla uttan hóvásták, ert altíð í góðum lag, hevur eitt ungt sinni og altíð rættir eina hjálpandi hond, segði Annika Olsen um Estrid Jacobsen.

- Men tú dugir eisini væl at seta mørk og at fáa børnini at kenna seg trygg. Tú ert kreativ, dugir væl at binda og seyma – og tú dugir eisini so væl at smíða og skrúva, at tú saktans eisini kanst átaka tær húsavarðartænastur. Men mest ert tú kreativ saman við børnunum og dugir avbera væl at finna uppá ymiskt at gera saman við teimum, segði borgarstjórin.

At enda nevndi hon, at Estrid altíð er til arbeiðis – og hóast hon fekk eitt lítið bakkast fyri nøkrum árum síðan, so er hon altíð væl uppløgd, pliktuppfyllandi og altíð til steðar. Og tað skuldi Estrid sjálvsagt hava eina hjartans tøkk fyri.

Annika Olsen ynskti hjartaliga tillukku við teimum 30 árunum hjá Estrid í Lítlaskógi – og hjartaliga tillukku við 30 ára degnum hjá stovninum, áðrenn hon handaði gávur og blómur.