03. februar 2020
Borgarafundur í Kaldbak týskvøldið 4. februar
Týskvøldið 4. februar kl. 19.00 verður borgarafundur í skúlanum í Kaldbak. Skráin er hendan:

Kl. 19 bjóðar Annika Olsen, borgarstjóri, vælkomin. Síðan tosar Sigurð Ó. Wang, mentadeildarleiðari, um skúlan og skúlabygnaðin, mentanarstuðul, Kvøldskúlan og fimleikahøllina.

Kl. 19.40 hevur Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð eina framløgu í 18 punktum, aftaná er orðið frítt til kjak. Endað verður um 21-tíðina.

Øll eru vælkomin.