04. februar 2020
Skeythøllin í Bacalao latin upp
Leygardagur 1. februar lat Skeythøllin í Bacalao upp. Her er røðan, sum Gunvør Balle, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, helt, tá ið høllin lat upp. 

--- --- ---

Hetta er ein spennandi dagur, nú skeythøllin í Bacalao letur upp. Ítróttin í Tórshavnar kommunu er ógvuliga fjølbroytt, og tað er mentanin eisini. Smærru ítróttagreinirnar fáa alsamt størri rúmd, og hetta er veruliga nakað, sitandi býráð hevur sett sær fyri at gera nakað við.

Tí er tað ógvuliga hugaligt at vera her á aðru hædd í Bacalao í dag. Tí við hesari høllini, hava vit lagt eitt gott grundarlag fyri, at skeyting fær góðar umstøður at menna seg.

Seinastu vikurnar hevur veðrið verið óvanliga illfýsið. Nú kunnu tit skeyta alt árið innandura í gomlu frystihøllini, og tað ger allan munin hjá tykkum, sum brenna fyri at skeyta.

Allir aldursbólkar kunnu brúka høllina í dagtímunum – bæði børn, ung og vaksin. Umframt skeytboard, eru súkklur eisini vælkomnar og rulluskoytur. Og sunnudagar verður barnaskeyting, tá ið børn kunnu koma saman við foreldrunum at skeyta. Ætlanin er eisini at skipa fyri skeytboardskúla í hølunum, so børn og ung alsamt kunnu menna seg.

Tórshavnar kommuna vil stimbra frítíðarítriv, sum fjøltátta okkara høvuðsstað. Tað ger skeytingin, og tí hava vit eisini víst hesari verkætlanini vælvild og hava stuðlað Skeytfelagnum í Bacalao fíggjarliga.

Tí við tykkara virksemi gerst høvuðsstaðurin meira livandi og við fleiri upplivingum til ung og vaksin.

Hølini eru eisini vorðin heimlig, nú Scrub.Art eru farnir undir at listprýða høllina.

Nú er høllin opin fyri almenninginum, og tit hava høvi at síggja og royna høllina. Vit síggja eisini longu, at karmarnir í kommununi kunnu nýtast til sera ymisk endamál, tí í kvøld verður tónleikur at hoyr inni her, nú Vetrarljós er á skrá.

Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tykkum bestu eydnu við skeytingini. Eri sannførd um, at tit fáa nógvar góðar løtur inni her.

Gunvør Balle
Forkvinna í Mentanarnevnd Býráðsins