05. februar 2020
Góður borgarafundur í Kaldbak
Í gjárkvøldið bjóðaði býráðið og umsitingin til borgarafund í skúlanum í Kaldbak. Annika Olsen, borgarstjóri, legði fyri við at nevna, at nógv hendir í Kaldbak; ein útstykking er í gongd, lendið er yvirtikið til fimleikarhøll, sum eisini verður borgarahús, og peningur er eisini settur av til prosjektering.

Onnur mál eru bylgjubrótarin í bátahylinum, LED-ljósini í bygdini og spennandi verkætlanin niðri á Bíggjarstøð, ið vónandi fer at miðsavna nógv virksemi hjá bygdarfólkinum.

Mentadeildarleiðarin, Sigurð Ólason Wang, legði fyri við at greiða frá um skúlan og skúlabygnaðin, um mentanarstuðul, Kvøldskúlan og um komandi fimleikahøllina.

Aftaná legði Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð fram nøkur mál og ynski, sum umsiting og politikkarar í stóran mun viðgjørdu og funnu semjur um.

Yvirskipað snúðu málini hjá áhugafelagnum seg um nýggjar útstykkingar til sethús og íbúðir, um gøtur og ferðsluviðurskifti, um vinnuøki, spælipláss, savningarstað við viðalund, bátahyl og ikki minst borgarahús.

Fleiri av hesum málum verða viðgjørd í løtuni. Onkur akutt mál viðvíkjandi ferðslutrygd og kloakkering verða tikin upp og loyst beinanvegin.

Nógvar myndir eru á okkara síðu á Facebook.