05. februar 2020
Hátún fingið listaverk
Tá ið Ólavur Hátún í 2018 varð jarðaður, høvdu fólk høvi at lata eina peningagávu til eitt listaverk, sum skuldi latast nýggja skúlanum við Landavegin.

Í dag varð listaverkið so avdúkað.

Fitt av fólki varð komið saman í Hátúni, tá ið einkjan eftir Ólav Hátún, Ása Hátún, avdúkaði listaverkið og hugleiddi um tíðina undan og beint eftir, at tónleikurin fekk skipaðar karmar í áttatiárunum.

Guðrið Poulsen, listakvinna, hevur evnað til listaverkið, og hon greiddi eisini frá listaverkinum.

Annika Olsen, borgarstjóri, takkaði fyri gávuna, sum familjan Hátún hevur givið skúlanum.

Fleiri myndir eru at síggja á Facebook hjá Tórshavnar kommunu.